Víkingur reisti seg sum fuglurin Føniks

LØGMANSSTEYPIÐ: Hóast NSÍ skoraði beinanvegin, so reisti Víkingur seg og vann seg víðari í fjórðingsfinaluna

Veðrið var fínt, og í Sarpugerði vóru tað gestirnir í gulum og svørtum, sum undan dystinum larmaðu mest á áskoðaraplássunum.

 

Fult stigatal í landskappingini eftir fýra umfør og millum annað 3-0 sigur í Sarpugerði vóru sjálvsøgd orsøk til, at NSÍ varð roknað at vera favorittur. Eisini tí Víkingur ongan dyst hevði vunnið í ár.

 

Men tað var Víkingur, sum vann, og nú er tað greitt, at Víkingur 2. páskadag fer at spæla fjórðingsfinalu á heimavølli ímóti Skála.

 

Víkingur vann 3-1, og tað er søtt avrik og úrslit at hava við sær til Klaksvíkar leygarkvøldið, tá ið KÍ og Víkingur fara at spæla landskappingardyst.

 

Aron Knundsen, sum í kvøld fekk møguleikan frá fyrsta bríksli, legði beinanvegin NSÍ á odda. Tað var eftir innlegg úr høgru og aftanfyri handara stólpa, at hann sendi bóltin við góðum fluktara í handara síðunetið.

 

So var 1-0 til NSÍ, sum næstu løtuna fleiri ferðir var framvið. Smátt um smátt fingu heimamenninir, sum høvdu Inga Arngrímsson undir liðini á Atla Gregersen í miðverjuni, tak á spælinum. Hugburðinum bilaði avgjørt einki, og tá ið lítið korter var farið, eydnaðist tað at skora fyrsta málið í Sarpugerði í ár. Eftir innlegg var tað nógv aftur og fram, áðrenn Poul Kallsberg, sum í kvøld var fremsti maður, skumpaði bóltin um strikuna.

 

Talan var um øgiligan lætta hjá víkingunum, sum hava kent seg at vera gandaðar frammanfyri mótstøðumálið, og smáar tíggju minuttir seinni fingu teir meiri at fegnast um. Tá var tað Stefan Radosavljevic, sum eftir framlegging frá væl upplagda Sølva Vatnhamar sendi bóltin upp í málhornið.

 

NSÍ var væl við, og onkra ferðina var tað heilt tætt við, at tað eydnaðist at javna. Sum tíðin gekk undan, noyddust gestirnir at spenna álopsbogan, og sjey minuttir undan leikloki brast tað hjá NSÍ. Sølvi Vatnhamar legði úr høgru flatt innfyri, og við handara stólpa var tað innskifti Jørgen Nielsen, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið, og so var 3-1. Hetta var fyrsta málið hjá Jørgeni Nielsen í ár, og hann stórfegnaðist saman við liðfeløgunum.