Uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, vil nú hava USA at leggja størri trýst á Russland fyri at fáa landið at ganga við til eina treytaleysa vápnahvíld í Ukraina.
- USA hevur sagt, at um Russland ikki gongur við til eina treytaleysa vápnahvíld, fer tað at fáa avleiðingar. Vit ynskja at síggja hesar avleiðingar - eisini frá amerikanskari síðu.
Tað sigur Kaja Kallas fyri fundin millum uttanríkisráðharrar og verjumálaráðharrar í ES, sum er í Brüssel í dag.
Í gjár tosaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin, í meira enn tveir tímar.
Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, eru við á fundinum í Brüssel í dag.
Hann heldur tað vera ógvuliga positivt, at USA er partur av einari ætlaðari friðartilgongd.
Mark Rutte heldur tað vera neyðugt, at eisini ES og Ukraina eru partur av samrøðunum, sum eru millum Russland og USA um Ukraina.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB í morgun.