Vilja hava løgmann at krevja koronupass

Tilmælini frá løgmanni eru einkisigandi á okkara arbeiðsøki

Tað er at kanna ógjørlig at halda fram á námsfrøðiliga virkisøkinum á skilagóðan hátt tí koronu-tilmælini frá Føroya Løgmanni eru ov ógreið. Tað sigur Føroya Pedagogfelag í eini fráboðan í kvøld og tí spyrja tey, hvat løgmaður vil.

 

– Vit fáa dagliga fráboðanir frá ørkymlaðum limum, ið eru ótrygg um støðuna, og eingin vil taka ábyrgd av at veita røttu vegleiðing. Løgmaður biður okkum halda frástøðu og vaska okkum væl um hendurnar. Hetta eru eini einkisigandi boð, fyri okkara arbeiðsøkið, siga pedagogarnir.

 

Í vøggustovunum, í barnagørðunum, í forskúlunum, í fólkaskúlanum, í frítíðarskúlunum og innan ungdómsvirksemið, er hetta ógjørligt, sigur Pedagogfelagið. Og á sosialpedagogiska virkisøkinum, er tað heilt ógjørligt, tá ið tað hvørki ber til at verja námsfrøðiliga tilboðið, ella at hava grundleggjandi menniskjaliga atferð við hesum koronutilmælunum. 

 

– Námsfrøðilig tilboð er at vera nærverandi við onnur menniskju – eisini tey sum eru sjúk, vandamikil, óhjálpin og onnur, ið hava tørv á námsfrøðiligari hjálp, fyri at megna dagin, sigur Pedagogfelagið.

 

Tí spyrja tey løgmann, hví munagóð tiltøk ikki verða sett í verk, so vit sleppa undan at stríðast í uppaftur longri tíð við koronustøðuna? Tey hugsa um, at ber tað ikki at steingja tey smitturaktu økini, eigur løgmaður at sett krav um koronupass, ella negativa koronuroynd

 

Tey halda, at tað ger ikki støðuna betri, at løgmaður ikki vil viðurkenna, at summi størv krevja serliga viðferð. Tey halda eisini, at tað er vert at hava í huga, at meta um, um óttin fyri smittu hevur størri ávirkan enn árinini av at seta ferðina í samfelagnum niður, fyri at minka um smittuspjaðingina , halda tey.