- Vit vita ikki endaliga, hvussu stórur okkara partur verður av havnaútbyggingini, men vit rokna við, at hann verður einar 20 milliónir krónur, sigur Dávur Juul, borgarstjóri. Mynd: Álvur Haraldsen.

Vinnulívið gevur Fuglafirði milliónir

Komandi árini fer vinnulívið at gera íløgur fyri nógvar milliónir á havnalagnum í Fuglafirði, og partafelagsskatturin sæst eisini aftur í kommunukassanum.

 

- Vit vita ikki endaliga, hvussu stórur okkara partur verður av havnaútbyggingini, men vit rokna við, at hann verður einar 20 milliónir krónur, sigur Dávur Juul, borgarstjóri. Mynd: Álvur Haraldsen.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, fegnast um alla ta vinnu, sum er í kommununi. Her er nógv arbeiði, og her eru nógvar lønir til arbeiðsfólk og hýrur til sjófólk. Vinnulívið kastar eisini nógv av sær í partafelagsskatti til kommununa.

Dávur Juul, borgarstjóri, vísir á, at partafelagsskatturin verður goldin eitt ár aftur út, men tá hugt verður eftir árinum 2022, fekk kommunan hetta árið 23,4 milliónir krónur í partafelagsskatti – og árið undan var partafelagsskatturin 21,7 milliónir.

- Hetta eru stór tøl, sum muna væl í kommunukassanum, ásannar hann. 

Borgarstjórin sær týdningin í allari vinnu, sum er í kommununi, bæði í tí stóra og í tí smáa og sigur, at millum tungvektararnar, sum hann tekur til, eru eitt nú Havsbrún, Pelagos, Framherji, Vónin, Gro Aqua, KJ, Bergfrost og Mowi.

 

Hóast vinnulívið í Fuglafjarðar kommunu ger stórar íløgur, eitt nú við havnalagið, har fyrsti partur av einar stórari útbygging hjá Havsbrún er ein maskinbygningur til eina nýggja fóðurverksmiðju, so er kommunan eisini viðspælari í hesum verkætlanum.   

Havsbrún arbeiðir nevniliga við  einari samlaðari útbygging á havnalagnum yvir tvey ár fyri einar 600 til 700 miljónir krónur, og her er bæði nýggj fóðurverksmiðja, frystitunlar, útfylling niðri á havnalagnum og ein bryggjukantur á einar 300 metrar.

Dávur Juul vísir á, at kommunan fer at gjalda ein part av bryggjukantinum, og í verkætlanini hjá Havsbrún verður talan um suðursíðuna á nýggju bryggjuni, sum verður kommununar partur.

- Vit vita ikki endaliga, hvussu stórur okkara partur verður, men vit rokna við, at hann fer at liggja um einar 20 milliónir krónur.

Men, tað er ikki bara Havsbrún, sum byggir út við havnalagið í Fuglafirði. 

Borgarstjórin veit at siga, at Framherji eisini fer at gera eina umleið 80 metrar langa bryggju suður úr Pelagos-bryggjuni og soleiðis, sum Dávur Juul hevur skilt, er eisini henda verkætlanin rættiliga nær.  

Í verkætlanini hjá Framherja er ætlanin eisini at brúka grót til útfylling úr tunnilsbyggingum úti á havnalagnum í Fuglafirði. 

 

##med2##

 

 

 

- Vit vita ikki endaliga, hvussu stórur okkara partur verður av havnaútbyggingini, men vit rokna við, at hann verður einar 20 milliónir krónur, sigur Dávur Juul, borgarstjóri. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tað er ikki bara Havsbrún, sum byggir út. Framherji fer eisini at byggja eina 80 metrar langa bryggju.