Visit Sandoy fingið nýggjan leiðara

Hon hevur frammanundan røkt starvið sum samskipari á Visit Sandoy, og nú er hon so settur leiðari.

Tað verður Barbara Vang, sum nú kemur at leiða Visit Sandoy.

 

Hetta er greitt, nú nýggjur leiðari er settur fyri Bryndis í Dali, sum er sett í starv hjá Visit Vágar.

 

- Barbara Vang hevur frammanundan røkt starvið sum samskipari á Visit Sandoy, og nú er hon so settur leiðari.

 

Henni verður ynskt tillukku og bestu eydnu við starvinum.