Klumma: Vit serstøku

Klumma: Kunnu hasar ónytturnar ikki bara fara til arbeiðis sum øll onnur?

(Dagførd klumma úr Vikuskifti í Sosialinum)

 

Føroyingar: Vit eru føroyingar serstøk tjóð. Vit hava egið mál, egna mentan, og tá ið harðast leikar á, standa vit saman. Eingin dugir sum føroyingar at vinna á avbjóðingum, líkamikið um tær eru í hvassari høgætt ella í deyðatøgn – føroyingar finna kósina fram á leið, fram í tíðina, fram ímillum tey fremstu. Áfram.

 

Eisini føroyingar: Hvat í allari víðu verð skal Kringvarpið gera við 80 milliónir krónur? Í besta føri er tað spill av pengum, í ringasta føri vinstrahall propaganda. Lukka lortið!

 

Á Grækarismessa hátíðarhalda vit, at tjóðfuglurin tjaldrið kemur aftur til landið. Tá ið smáfuglar eru í vanda, fer tjaldrið á flog, og við sínum eyðkenda klippi rekur tað rovfuglar burtur. Verji teirra veiku, ediligt umboð fyri føroysku fólkasálina. Vit standa saman, vit eru føroyingar, vit hjálpa hvørjum øðrum. Tjaldrið og vit.

 

Eg finni einki áhugavert á Netflix. Haldi, at eg havi sæð alt tað góða. Eg royni Viaplay. Nei, har er tað sama. Apple TV, ja, kanska Masters of the Air. Bíða líka. Hvussu var við hasari nýggju Shogun-røðini, hvar kann eg síggja hana? Skulu vit hava eitt nýtt hald fyri at síggja hana?

 

Eingin hevur slíkan mentanararv sum føroyingar. Føroyska málið, føroyski dansurin, føroyski búnin, traditionelli maturin, sermerkta bygdalívið. Vit eru nakað heilt serligt. Vit eru ein stolt og sterk tjóð mitt úti í Atlantshavinum við egnum máli og egnari mentan.

 

Bjarti, set teg við iPaddinum eina løtu, meðan eg geri nátturða. Hygg eftir onkrum har. Ha? Ja, far bara inn á YouTube. Hygg eftir Baby Shark ella okkurt. Hvat? Nei, vit kunnu hyggja eftir Sing seinni.

 

Tað er ótrúligt, sum føroyingar eru kreativir. Øll duga at syngja og spæla. Vit hava tónleikarar, rithøvundar og listafólk í heimsflokki. Vit útgeva lutvíst nógv mest av mentanartilfari í heiminum. Tað skuldi ikki borið til. Vit eru sum humluflugan, sum ikki veit av, at hon ikki kann flúgva. Hon flýgur bara.

 

Kunnu hasar ónytturnar ikki bara fara til arbeiðis sum øll onnur? Kunstnarar! Eg meini tað. Sova til middags fyri almenna starvsløn. Hví tramin skulu vit lata sovorðnum letingum stuðul?

 

Vit føroyingar byggja land. Við okkara sterka samleika eru vit sjálvstøðug og framfýsin. Merkið veitrar. Fjøllini standa stinn. Brimið brýtur. Føroyska hjartað bankar. Vit tjóðarbyggja.

 

Nei, eg tími ikki at lesa føroysku bløðini. Tey siga mær einki. Skal eg lesa okkurt, kann eg lesa tað á netinum og helst á enskum. Har er alt ókeypis. Eg havi heilt einfalt ikki hug at gjalda fyri eitt blað, og sjálvt tá ið eg fái okkurt blað borið ókeypis á gátt, lesi eg tað ikki. Tað er óáhugavert og óviðkomandi fyri meg.

 

Hvat er hetta fyri skil við øllum hesum útlendingunum í Føroyum? Tú kanst nóg illa koma inn í ein handil, eina matstovu ella eina bensinstøð, uttan at starvsfólkini tosa enskt. Hví skal eg tosa enskt í Føroyum? Kunnu hesi fólkini ikki læra seg føroyskt? Tað skuldi verið eitt krav! Hvussu verður endin, um útlendingarnir noyða okkum at tosa enskt allastaðni?

 

Mamma, vit prankaðu Lisu í skúlanum í dag. Tað var mega cringe. Men veitst tú av, at Anna er blivin scammed á netinum? Hon skuldi shoppa einar heavenly nice sneakers, men oh my god, so skuldi hon downloada okkurt, men tað var fake. Anyway, eg fari at hyggja eftir einari nýggjari episode av Beautyvarpinum.

 

Vit eru føroyingar serstøk tjóð.