Vit skulu hava eina bindandi veðurlagslóg

Í 2009 samtyktu allir flokkar á tingi Veðurlagspolitikk Føroya. Ein politikk um, at útlátið av vakstrarhúsgassum skuldi minka við í minsta lagi 20% fram ímóti 2020 sammett við 2005. Nú kunnu vit staðfesta, at hetta miseydnaðist fullkomiliga. Útlátið er nú nógv hægri, enn ætlað. Tí skulu vit hava eina bindandi veðurlagslóg.


Men meirilutin í løgtinginum hevur aftur valt sama leist sum í 2009. Eisini hóast tann ætlanin ikki helt. Núverandi veðurlagspolitikkur er óambitiøsur og óbindandi. Hann livir ikki upp til parísavtaluna.


Í Føroyum skulu vit eisini taka altjóða ábyrgd og minka okkara útlát. Í mun til íbúgva eru vit millum tær mest dálkandi tjóðirnar í heiminum. Tað krevur av okkum, at vit binda okkum politiskt til tað, og taka tað við í øllum politiskum arbeiði. Tað krevur av okkum, at vit alla tíðina gera átøk, ið muna, og gera nýggjar og betri ætlanir, um tey samtyktu átøkini ikki bera okkum á mál.


Tí løgdu vit uppskot fram um bindandi veðurlagslóg í skjótt farna valskeiði og hetta ætla vit okkum eisini at gera í valskeiði.


Ein bindandi veðurlagslóg skal vera grundarlagið undir menningini av einum tryggum og liviligum samfelagi fyri allar okkara borgarar. Einum samfelag, har tað er møguligt hjá øllum at vera við í orkuskiftinum. Einum samfelagi, har tað almenna gongur á odda í orkuskiftinum og almenna samferðslan verður betrað. Har ferðin í samfelagnum fer niður og ferjur og bussar brúka varandi orku.

 


Um vit skulu fáa broyting í okkara førda politikk og seta ambitiøst mál fyri at minka um okkara útlát og avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, so mugu vit fáa politikarar í løgtingið, sum taka hetta í álvara. Tað ger Tjóðveldi.

 


Set krossin við Tjóðveldi.

 

Set krossin við Hervør Pálsdóttur.