Vit vilja verða sjálvbjargin- men bidda pengar frá dønum

Samstundis sum Løgtingið lækkar ríkisveitingina, eru føroysku fólkatingslimirnir á biddaraferð í Danmark fyri at fáa somu pengar aftur til Føroyar

Er hetta ílagi, spyr Jørgen Niclasen í miðjuni, ímillum Árna Skaale og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Er tað í lagi, at vit hava tveir føroyskar fólkatingslimir, sum brúka nógva tíð upp á at bidda pengar frá dønum.

 

Tann spurningin reisti Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri í ár.

 

Í hesum sambandi fer Løgtingið at samtykkja at lækka donsku ríkisveitingina til Føroya 25 milliónir.

 

Samstundis hava føroysku fólkatingslimirnir brúkt nógva orku upp á at úvega fígging á donsku fíggjarlógini til ymisk tiltøk í Føroyum.

 

Jørgen Niclasen fegnast um, at 25 milliónir verða skarvaðar av ríkisveitigini, og at vit sostatt vísa, at vit vilja verða sjálvbharging.

 

Men samstundis vísir hann á, at vit hava tveir føroyskar fólkatingslimir, sum ganga biddaraferð, sum hann málbar seg, hjá donskum politikarum fyri at fáa teir at játta somu pengar aftur til ymisk endamál í Føroyum.

 

Og ofta er tað við teirri treyt, at Løgtingið játtar somu upphædd.

 

Tí spurdi hann Magnus Rasmussen, tingmann fyri Sambandsflokkin, um hann tekur undir við, at vit skerja ríkisveitingina, men at fólkatinglimirnir ganga biddaragongd fyri at játt sami pengar aftur til Føroya.

 

Magnus Rasmussen vildi ikki út í eitt kjak um fólkatingslimirnar. Men hann vísti á, at ríkisveitingin er fryst á eini ávísari upphædd, so í roynd og veru minkar hon hvørt ár. Og tað hevur Sambandsflokkurin eisini góðtikið. Og nú verða so 25 milliónir skarvaðar av afturat um árið, og tað tekur Sambandsflokkurin eisini undir við.

 

Er hetta ílagi, spyr Jørgen Niclasen í miðjuni, ímillum Árna Skaale og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur