Vladimir Putin og Steve Witkoff á fundi um Ukraina

Tað er kríggið í Ukraina, sum er á dagsskránni á fundinum millum Russland og USA í dag

Tíðindastovan AFP veit seinnapartin at siga, at fundurin millum russiska forsetan, Vladimir Putin og serliga amerikanska sendimannin, Steve Witkoff, er byrjaður.

 

AFP endurgevur Kreml fyri hesi tíðindi. Kreml hevur eisini lagt út eitt video-brot, har teir báðir, Vladimir Putin og Steve Witkoff, heilsast.

 

AFP sigur, at tað er kríggið í Ukraina, sum er á dagsskránni á fundinum millum Russland og USA í dag.