Tíðindaskriv:
Wenzel skipar fyri opnum húsi við Tjarnirfrá kl. 11 til 15, og øll eru hjartaliga vælkomin. Á skránni verður ókeypis barnaland, framsýning við ellisakførum, kappingar, rennikappingin Wenzel run og mangt annað. Um kvøldið verður skipað fyri stórum tónleikatiltaki, og tá krevst atgongumerki. Sum føðingardagstilboð verða tey fyrstu 1000 atgongumerkingini seld fyri 350 kr., síðani kosta tey 650 kr.
100 ár á baki
Wenzel Petersen stovnaði P/F Wenzel fyri 100 árum síðuni. Fyritøkan hevur verið í gjøgnum góðar og ringar tíðir við bilasølu, maskinverksstaði, skipsútgerð, ídnaðarútgerð og gasssølu. Í 2017 keyptu Rúni Djurhuus og Petur Slyne, sáli, P/F Wenzel. Tá ið Petur Slyne andaðist í 2018, komu nýggir eigarar uppí. Núverandi eigarar eru Rúni Djurhuus, sum eisini er stjóri, Ingi Sólberg Joensen, Hjalti Hvítklett, Gunnar Nielsen, Teitur Johannesen, Johann Wolles og Oddmar Ørvarødd. Í 2022 keypti Rúni Djurhuus og Wenzel eisini Bilrøkt og eru Wenzel og Bilrøkt løgd saman til eina fyritøku. Samanleggingin hevði við sær, at Wenzel fekk bjóðað enn fleiri tænastur.
Wenzel hevur í dag deildirnar Wenzel lakk saman við Sámal Petur Danielsen, Wenzel bilrøkt, Wenzel service, Wenzel quickservice, bilasølu, Carrent og Sixt útleiging saman við Henny Nolsøe. Wenzel umboðar bilamerkini Volvo, Ford, Kia, MG, Isusu, Polestar, Byd og Mazda. Í dag starvast fleiri enn 80 fólk í fyritøkuni, sum hevur høvuðskontór í Slættanesgøtu í Havn. Í fjør seldi Wenzel flest bilar í Føroyum.
Opið hús við Tjarnir
Frá kl. 11 til 15 hin 20. september verður ókeypis barnaland við m.a. hoppiborgum og framførslum frá Bubu, Trøllapæturi og ommuni og DJ Kingz. Ellisakførini hjá Wenzel vera at síggja, og har vera góð tilboð, kappingar og nógv annað spennandi.
Eisini verður skipað fyri Wenzel run, har øll kunnu vera við – royndir og óroyndir rennarar. Tað verður skipað sum ein festlig stafettrenning, og tað vera sjálvandi góðir vinningar til tey bestu.
Um kvøldið verður eitt tónleikabrak við Tjarnir frá kl. 21 til 03. Tónleikaskráin er stór og fjølbroytt: Terji Rasmussen, Burhan G, Eyðun og Rani Nolsøe, Beinta Jacobsen, Signar og John, Guðrið Hansdóttir, Fríði Sigmundsson, Dj Petur Háberg, Finnur Koba, Jens Marni Hansen, Malan Eyðunsdóttir, Ingi Poulsen, Marius Ziska, Rókur Jákupsson, Torkil Johannesen, Poul Krebs, Martin Joensen, Heri frá Týr, Petur Háberg Jacobsen og Noam Halby (Johnny Deluxe).
Atgongumerkjasølan til tónleikatiltakið byrjar mikudagin 6. august á wenzel.fo.
Vit síggjast til Føroya størsta føðingardag!