West Ham stjól steypið

Europa Conference League: West Ham vann finaluna móti Fiorentina 2-1

West Ham vann í gjár sítt fyrsta steyp í Evropa síðani 1965. Jarrod Bowen bleiv hetjan, tá hann skoraði avgerandi málið í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð.

 

Fiorentina – West Ham 1-2

 

Said Benrahma, 62 br

 

Giacomo Bonaventura, 69

 

Jarrod Bowen, 90

 

Tað sást, at talan var um Europa Conference League finaluna, sum er minsta av teimum trimum kappingunum í Evropa. Dygdin á spælinum var undir miðal og hendingaríkasta løtan fyrsta tíman var, tá Cristiano Biraghi hjá Fiorentina fekk ein øl-glas í høvdið og fór at bløða.

 

Lív kom í dystin, tá West Ham fekk brotsspark. Said Benrahma umsetti til mál og var ovurhondsglaður. Tað skal verða ósagt, um gleðin var ein orsøk, men tað gingu bara nakrir minuttir, so javnaði Giacomo Bonaventura fyri Fiorentina.

 

Tað sá leingi út til at blíva longd leiktíð, men í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð bleiv Jarrod Bowen spældur leysur móti málinum. Hann sendi bóltin framvið málverjanum og tryggjaði West Ham sítt fyrsta steyp síðani 1980, og tað fyrsta í Evropa síðani 1965.

 

Fiorentina: Terracciano; Dodô, Milenković, Ranieri (Igor 84), Biraghi; Amrabat, Mandragora (Barák 90+3); González, Bonaventura, Kouamé (Saponara 61); Jović (Cabral 46)

 

West Ham: Areola; Coufal, Zouma (Kehrer 61), Aguerd, Emerson; Souček, Rice, Paquetá; Bowen, Antonio (Ogbonna 90+4), Benrahma (Fornals 76)