Ynskja koronukanningar í Vágunum

Í løtuni ber til at lata seg kanna fyri koronu í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri, og nú ynskja fólk í Vágunum eisini at hava sama møguleiki.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, vísir á, at fyritøkan Thetis er á flogvøllinum og ger ókeypis koronukanningar av teimum, ið ferðast til Føroya. Skulu vágafólk nýta tænastuna frá Thetis, kostar hetta hinvegin 400 krónur, og eingin kanningarstøð frá heilsuverkinum er í Vágunum.

Hetta merkir sostatt, at vágafólk verða noydd at fara til Klaksvíkar ella til Havnar at lata seg kanna, ynskja tey ikki at gjalda 400 krónur fyri tað.

– Vinarliga gevið vágafólki sama møguleika, sum onnur í landinum hava! Latið okkum fáa eina ókeypis kanning í nærumhvørvinum! Tað burdi verið pláss fyri sjúkrahúsverkinum at havt kanningarstøð í teltinum á flogvøllinum, ella ber til at finna aðra loysn í oynni. Tað hevði samstundis stytt bilrøðirnar í Havn, sigur Aimé Jacobsen í áheitan til politikkararnar.

Samstundis ger Aimé Jacobsen vart við, at bygdafólkið í Mykinesi óttast, at koronusmittan kann fara at gera um seg í bygdini.

– Í Mykinesi eru fleiri gomul og veik fólk, sum ikki mugu útsetast fyri smittu. Átta av teimum 10 fastbúgvandi fólkunum í oynni eru yvir 60 ár. Mykinesfólk eru stúrin um støðuna, nú koronasmittan breiðir seg so skjótt. Tey eru als ikki glað fyri tey nógvu vitjandi og ferðafólk, ið framhaldandi koma í oynna, og tora tí næstan ikki út fyri dyr, sigur Aimé Jacobsen, sum eisini heitir á ferðandi út í Mykines at vísa størsta varsemi.

Aimé Jacobsen vísir eisini á, at nógv av teimum, sum ferðast út til Mykinesar, eru ikki føroyingar, og tey skilja sostatt heldur ikki føroyskt.

Tað hevði tí verið ynskiligt, um koronukunningin varð umsett til enskt, soleiðis at útlendsk ferðafólk skiltu álvaran hjá teimum, ið eru í vandabólkinum fyri koronusmittu.