Yvir 160 fólk eru enn saknað eftir stóru vatnflóðina í Texas

Meðan 108 eru fráboðað deyð, eru yvir 160 fólk saknað, eftir at regn elvdi til stóra vatnflóð í Texas um vikuskiftið.

Ein loftmynd, sum varð tikin 6. juni, vísir ánna Guadalupe og oyðileggingina, sum vatnflóðin um vikuskiftið elvdi til. Myndin er tikin nærhendis summarleguni Camp Mystic, sum var illa rakt og har nógv børn og leguleiðarar vórðu funnin deyð. - Mynd: Evan Garcia

Yvir 160 fólk eru fráboðað saknað eftir vatnflóðina í Texas um vikuskiftið.

Tað sigur Greg Abbott, guvernørur í Texas, sambært tíðindastovuni AFP.

– Bara í Kerr County eru 161 fólk meldað saknað, sigur hann við tíðindafólk.

Talið fevnir um fólk, hvørs familja, vinir og grannar ikki vita, hvar tey eru.

Samstundis er talið av deyðum komið upp á 108 fólk, skrivar AFP og vísir á myndugleikarnar á staðnum.

Í Kerr County, sum var harðast rakt av vatnflóðini, eru líkini av 94 fólkum funnin. Meira enn ein triðingur eru børn, upplýsir Greg Abbott sambært tíðindastovuni Reuters.

Millum tey 94 eru minst 27 gentur og leguleiðarar frá summarleguni Camp Mystic.

Sambært Greg Abbott, guvernøri, eru enn fimm gentur og ein leguleiðari saknað.

Guadalupe-áin fløddi upp um áarbakkarnar í amerikanska statinum fríggjakvøldið.

Vatnflóðin hendi, tá óvanliga nógv regn rakti Texas.

Regnið fekk ánna Guadalupe at spreingja bakkarnar, og vatnstøðan hækkaði næstan níggju metrar uppá stutta tíð.

Seinasta offrið í flóðalduni, sum varð funnið á lívi, varð bjargað fríggjadagin, skrivar Reuters.

Mánadagin kom fram, at myndugleikarnir í Kerr County - sum er harðast rakta økið í statinum - leingi hava tosað um at fáa nýggjar ávaringarskipanir í sambandi við vatnflóð.

Sambært New York Times vóru ongar sirenur ella ávaring, tá flóðaldan rakti sýsluna mikudagin.

Ístaðin komu ávaringarnar sum sms-boð, har telefonsambandið loyvdi tí.

Tom Moser, sum var kommissarur í Kerr County fram til 2021, sigur við New York Times, at ein nýggj ávaringsskipan kundi havt ávirkan.

Hon varð seinast umrødd í 2017, men uppskotið um nýggja ávaringarskipan varð felt sum ov dýrt.

 

/Ritzau/

 

Ein loftmynd, sum varð tikin 6. juni, vísir ánna Guadalupe og oyðileggingina, sum vatnflóðin um vikuskiftið elvdi til. Myndin er tikin nærhendis summarleguni Camp Mystic, sum var illa rakt og har nógv børn og leguleiðarar vórðu funnin deyð. - Mynd: Evan Garcia