Eg taki fult undir við, at vit yvirtaka Íleggingargrunnin fyri Føroyar, sum upprunaliga var ætlaður til íløgur til infrakervið.
Eg taki tó ikki undir við, at Íleggingargrunnurin skal "niðurkapitaliserast" (les: tømast) til at tippa gapandi landskassaundirskotið hjá sitandi samgongu.
Yvirtaka vit Íleggingargrunnin, skulu vit tryggja okkum at hann framvegis tænir endamálinum: At veita lán til íløgur í infrakervið í Føroyum.
Hetta er eitt mál, allur tjóðskaparvongurin í Føroyum eigur at vera samdur um at fremja, og vil eg sum fólkatingslimur seta málið á skrá og arbeiða fyri at fáa hetta málið framt við undirtøku á Fólkatingi.
Rógvi Nybo
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi