Partar av stórbýnum, Kherson, liggja undir í vatni, eftir at Kakhovka-byrgingin fór í knús. Ukrainar siga, at russar løgdu spreingievni í brúnna. Russar siga hinvegin, at ukrainar sprongdu byrgingina.

Zelenskyj ávaraði um vanlukkuna í oktober

- Hetta er helst ein oyðileggjandi avleiðing av russisku innrásini í Ukraina, staðfestir ST-aðalskrivarin, António Guterres - uttan beinleiðis at geva øðrum ella hinum partinum skyldina fyri sjálva hendingina.

Partar av stórbýnum, Kherson, liggja undir í vatni, eftir at Kakhovka-byrgingin fór í knús. Ukrainar siga, at russar løgdu spreingievni í brúnna. Russar siga hinvegin, at ukrainar sprongdu byrgingina.

Tað hevur fingið ógvusligar avleiðingar, at Kakhovka-byrgingin í Dnipro-ánni í Ukraina er farin, og øgiligar nøgdir av vatni eru floymdar yvir økið. Ein røð av búsetingum í stórbýnum, Kherson, eru raktar av vatnflóð, og neyðugt hevur verið at flyta íbúgvar í túsundatali burtur úr økinum.

Vanlukkan hevur ført til stórar trupulleikar í streym-og vatnveitingini, eins og landbúnaðar og harvið matvøruframleiðsla í økinum er í vanda. Nú stúra myndugleikarnir í Ukraina eisini fyri, at hetta verður ein umhvørvisvanlukka, tí vandi er fyri, at minur og annað flyta seg í nógva vatninum.

Óheftar keldur siga seg ikki vita júst, hvat tað var, sum hendi, tá byrgingin fór, og trupulleikarnir, sum standast av ógvusligu vatnflóðini, raka bæði økir, sum ukrainar hava ræðið á - og økir, sum russar hava tikið frá Ukraina.

- Hetta er helst ein oyðileggjandi avleiðing av russisku innrásini í Ukraina, staðfestir ST-aðalskrivarin, António Guterres - uttan beinleiðis at geva øðrum ella hinum partinum skyldina fyri sjálva hendingina.

ST-aðalskrivarin leggur dent á, at álop á sivilfólk og undirstøðukervið í Ukraina má halda uppat.

Ukraina og Russland geva hvørjum øðrum skyldina fyri vanlukkuna í Kherson-økinum, og londini leggja hvørt annað undir yvirgang og brotsgerðir - eisini á fundnum, sum var í ST-trygdarráðnum í vikuni.

Longu í okober í fjør ávaraði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, um eina "søguliga" vanlukku, um byrgingin fór at verða álopin og oyðiløgd. 

- Vit hava upplýsingar um, at russisk yvirgangsfólk hava lagt spreingievni í byrgingina og í framleiðslubygningar á Kakhovka-orkuverkinum, sigur ukrainski forsetin í einari video-talu til Evroparáðið, sum útlendskir tíðindamiðlar endurgeva.

Forsetin segði í sínari røðu, at russar høvdu blakað ukrainsk arbeiðsfólk út av orkuverkinum, tá teir fóru í holt við at fyrireika yvirgangsálopið, og hann minti á, at nøgdirnar av vatni í byrgingini snúðu seg um heilar 18 miljónir rúmmetrar.

- Tað eru russar, sum hava gjørt hetta, men teir geva Ukraina skyldina, segði Volodymyr Zelenskyj, sum eisini vísti á vandarnar, sum vanlukkan setir kjarnorkuverkið Zaporizjzja í, tí verkið, sum liggur longur uppi við Dnipro-ánna, hevur brúk fyri kølivatni.

Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í dag.

##med2##