Zelenskyj: Skakaður av ST og Reyða Krossi

- Tað hevur skund við hjálp eftir ógvusligu vatnflóðina í Ukraina, sigur forsetin.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í samrøðu við Bild, at Ukraina hevur ikki ábyrgdina av oyðileggingunum á Nord Stream-gassrørleiðingarnar.

 

Tað veit Reuters at siga, sum endurgevur týsku ávísina. - Eg hevði ongantíð lopið á Nord Stream, soleiðis sum hetta varð gjørt, sigur forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur seg eisini vera skakaðan av vantandi hjálp frá ST og Reyða Krossi, eftir at stóra vatnbyrgingin í Kherson-økinum fór í knús.

 

Sambært AFP News hevur forsetin í telefonsamrøðu sagt við franska forsetan, Emmanuel Macron, at tað hevur skund við hjálp eftir ógvusligu vatnflóðina har suðuri í Ukraina.