- Fráboðanir, sum landsins leiðsla hevur fingið, benda á, at enn eitt land hjálpir Russland við sínari krígsførslu í Ukraina, tí nú eru kinesiskir ríkisborgarar millum russisku hermenninar

Zelenskyj: - Vit hava kríggjast móti kinesarum

Ukrainski forsetin sigur, at ukrainskir hermenn hava kríggjast móti kinesiskum hermonnum í Ukraina

 

- Fráboðanir, sum landsins leiðsla hevur fingið, benda á, at enn eitt land hjálpir Russland við sínari krígsførslu í Ukraina, tí nú eru kinesiskir ríkisborgarar millum russisku hermenninar

- Tveir kinesiskir hermenn eru tiknir til fanga av ukrainskum hermonnum.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram í dag, og hann heldur fyri, at talan helst er um fleiri kinesiskar hermenn í Ukraina.

 

- Vit hava upplýsingar um, at tað eru fleiri enn tveir kinesiskir ríkisborgarar millum russisku hermenninar, og vit arbeiða við at finna út av hesum, leggur hann aftrat.

 

Sambært tíðindastovuni, Reuters, hava ukrainskir hermenn higartil kríggjast móti seks kinesiskum hermonnum í Ukraina, sum teir vita um.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at fráboðanir, sum landsins leiðsla hevur fingið, benda á, at enn eitt land hjálpir Russland við sínari krígsførslu í Ukraina.

 

Forsetin krevur nú av Kina, at landið kemur við einari frágreiðing um, hví kinesiskir hermenn kríggjast í Ukraina, og hann heldur eisini, at heimurin eigur at koma við einari reaktión, sum hann tekur til.

 

- Eg haldi, at ein reaktión eigur at koma bæði úr USA, Evropa og frá øðrum londum, sum ynskja frið, sigur Volodymyr Zelenskyj sambært Reuters í dag.

 

 

 

- Fráboðanir, sum landsins leiðsla hevur fingið, benda á, at enn eitt land hjálpir Russland við sínari krígsførslu í Ukraina, tí nú eru kinesiskir ríkisborgarar millum russisku hermenninar