2048-ættarliðið: Tíð at seta seg uppímóti og umbroyta

Í 2023 hevur ST-heimsyvirlýsingin um mannarættindi 75 ár á baki. Sprottin úr øskuni eftir seinna heimskríggj, í skugganum av tí versta, sum mannaættin hevur staðið fyri, helt heimsyvirlýsingin lytftið um ein heimsfevndan sáttmála fyri rættvísi og viðurkenning av ‘jøvnum og ómissandi rættindum’ til øll. 

 

Summi ivast í grundarlagnum undir heimsyvirlýsingini. Tað var jú ein minniluti av heimsins tjóðum, sum orðaði uppskotið, í eini tíð, har ið stórur partur av heimsins íbúgvum knógvaði undir hjálandaveldi. Vit eiga at ásanna hesi lýtini, eins og vit eiga at viðurkenna atfinningarnar um, at mannarættindaskipanin er ein frælslynt, vesturlendsk verkætlan, sum leggur størri dent á borgarlig og politisk rættindi enn búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi. 

 

Men hóast tað ikki skerst burtur, at heimsyvirlýsingin var ein verkætlan hjá teimum sigrandi, so sluppu tey valdmiklu, tá ið samanum kom, ikki einsamøll at stýra tilgongdini at orða uppskotið. Smærri tjóðir megnaðu við snildum at tryggja, at tann endaligi teksturin lovaði øllum mannarættindi uttan at gera ”mun”. Egyptiska umboðið staðfesti, at mannarættindini vóru ”universell” og eisini guldu fyri fólk undir hjálandaveldi og herseting. Kvinnuumboð úr India, Brasil og Dominikanska lýðveldinum tryggjaðu, at javnrættindi hjá monnum og kvinnum vórðu staðfest.

 

Og tá ið hon umsíðir var loyst úr lagdi, fekk heimsyvirlýsingin sítt egna umbroytandi lív og fór at slóða fyri átøkum ímóti hjálandaveldi um allan heim og geva íblástur til mannarættindaskipanir á økisstigi í Evropa, Norður-, Suður- og Miðamerika og Afrika.

 

 

 

 

 

 

 

Burtur úr hugsjónunum í heimsyvirlýsingini spratt ein megi, sum londini, sum orðaðu uppskotið, als ikki megnaðu at stýra. Tí røturnar rukku langt út um París, har ST-aðalfundurin samtykti heimsyvirlýsingina í 1948. Úr Mesopotamia til gamla Egyptalands, úr persiska ríkinum til Maurya-ríkið, í øllum átrúnaðarligum siðvenjum, á skrift og á mannamunni, í fornum, undanmodernaðum og modernaðum tíðarskeiðum – mannasøgan er á tremur við hendingum, har ið fólk hava tikið lógvatak saman at avmarka valdnýtslu og krevja síni rættindi. 

 

Latið okkum siga ta røttu søguna um heimsyvirlýsingina. Ikki við at tváa hana hvíta ella við ikki at viðurkenna dupultmoralin, sum valdaði, tá ið hon varð samtykt. Men við at fagna teimum, sum brúktu hennara serstøku umbroytandi megi at stríðast fyri frælsi og javnrættindum um allan heim – teimum, sum gjørdu heimsyvirlýsingina veruliga og autentiska í stríði ímóti hjálandaveldi og fyri sjálvræði – ímóti trongskygni, ímóti fedraveldi og fyri kynjarættvísi og fyri einum heimi, sum tryggjar ’øllum í mannafamiljuni’ størri virðing.

 

Hetta er tað, sum heimsyvirlýsingin gevur okkum: bæði álit og íblástur. Hon er livandi prógv um, at ein heimsfevnd mannarættindahugsjón er møgulig og kann fremjast í verki.

 

Tí fagna vit heimsyvirlýsingini, og tí geva vit ikki eftir fyri atfinningum ímóti mannarættindum. Ikki vegna tey, sum skrivaðu heimsyvirlýsingina inn í mannasøguna, men vegna øll tey, sum hava umbroytt søguna við henni. 

 

Á hesum 75 ára degnum – við metnógvum stríði í heiminum, sosialpolitiskum spenningum, vaksandi ójavna og tilveruhóttandi verðurlagskreppu – tora vit at ímynda okkum, at vit samtyktu eina 2048-heimsyvirlýsing – eina heimsyvirlýsing orðaða av fjøldini heldur enn bara nøkrum fáum við framíhjárættindum?

 

Eru vit til reiðar at vera tað 2048-ættarliðið? Eftirfólk teirra, sum úr øskuni í einum krígstærdum heimi umbroyttu søguna við tí umbroytandi megini í heimsyvirlýsingini? Ella verða vit í staðin ættarliðið, sum setur kikaran fyri tað blindað eygað, tá ið onnur verða kúgað, bara vit varðveita okkara egna vald og ávirkan?

 

Søgan hjá heimsyvirlýsingini eggjar okkum at fara í hernað. Hon krevur, at vit seta okkum upp ímóti bæði tvørtjóða og staðbundum álopum á rættindi. Men hon sigur okkum eisini, at hetta ikki verður nóg mikið. Hon biður okkum eisini forða fyri heimsskipanum, sum endurframleiða søgulig framíhjárættindi og órættvísi,gera seg inn á rættindi og múlabinda verjar, og umbroyta heimsfevnda stjórn við at hugsa nýtt og ganga undan.

 

Vit kunnu og mugu fáa í lag djarva og framskygda leiðslu, stovnar og skipanir, sum kunnu verja okkara gongustjørnu fyri øllum okkara kvølum, komandi ættarliðum at gagni.

 

Latið okkum saman gerast hetta 2048-ættarliðið, sum slóðar fyri eini framtíð, har ið mannarættindini hjá øllum verða vird allastaðni.