Mette Frederiksen forsætisráðfrú í Danmark hevur saman við "starvsfeløgum úr Norðurlondum, Baltikum og Niðurlondum", tosað við amerikanska forsetan, Donald Trump, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.
Hetta skrivar hon á sosiala miðlinum Instagram.
- Vit tosaðu við amerikanska forsetan, Donald Trump, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij.
- Og legði dent á týdningin av vápnahvíld. Sum Russland eisini virðir. Og ein friðaravtala, sum Ukraina kann síggja seg aftur í, stendur í uppslagnum.
Danska forsætisráðfrúan er í Oslo í sambandi við fund hjá Joint Expeditionary Force, JEF, sum hevur serligt fokus á trygdina í norðurøkinum.
Fundurin verður í morgin, og Zelenskyj væntast at luttaka virtuelt.
Mette Frederiksen er á fundi við stjórnarleiðararnar úr norðurlondum og baltisku londunum umframt Hollandi og Bretlandi, sum eru sirkulin hjá JEF-londunum, fyri at tosa um trygd og støðufesti.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at Trump og Zelensky tosaðu í telefon fyrr í kvøld.
Her segði Zelenskyy við Trump, at Ukraina er klárt til eina 30 daga vápnahvíld, sum "byrjar hesa løtuna."
Trump skrivar á sínum sosiala miðli, Truth Social, at USA heitir á "30 daga treytaleysa vápnahvíld."
- Vónandi verður ein góðkend vápnahvíld vird, og bæði londini skulu hava ábyrgd av at virða hana í beinleiðis samráðingum, sigur hann.
Mette Frederiksen skrivar víðari á Instagram, at "nú skal Russland levera".
- Samstundis skulu vit tryggja, at Ukraina fer at standa sterkari. Nú og í longdini. Og halda trýstið á Russland við revsitiltøkum. Hetta er avgerandi fyri framtíðina hjá øllum Evropa, sigur forsætisráðfrúan.
Samstarvið í JEF varð sett á stovn sum framhald av NATO-toppfundinum í Wales í 2014 fyri at stuðla økissamstarvi millum sameind í Evropa.
/Ritzau/