Bretska løgreglan hevur handtikið 378 fólk, síðani ófriður brast á í fleiri bretskum býum í síðstu viku.
Tað upplýsir løgreglan, sambært tíðindastovuni AFP. Roknað verður við, at samlaða talið fer at vaksa hvønn dag.
Ófriðurin byrjaði fyri eini viku síðani, eftir at ein 17 ára gamal drongur drap tríggjar gentur og stakk tíggju afturat undir einum dansitiltaki hjá Taylor Swift í Southport, norðan fyri Liverpool.
Dagin eftir brustu harðlig mótmæli á í Hartlepool og London sum svar upp á skeivar upplýsingar á sosialu miðlunum, sum søgdu, at ákærdi var ein radikalur islamistiskur tilflytari.
Løgreglan hevur tó sagt, at tann handtikin er føddur í Bretlandi, og at álopið ikki var tengt at yvirgangi.
Orsakað av ófriðinum hava fleiri lond sent trygdarávaring til sínar borgarar í Bretlandi.
##med2##
Tað snýr seg um Nigeria, Malaysia og Indonesia, har meginparturin av fólkinum í øllum trimum londunum eru muslimar, skrivar Sky News.
Londini heita á borgarar, sum búgva ella vitja í Bretlandi, um at sleppa sær undan mótmælisgongunum.
/ritzau/