Ávaring: Nógv vatn og vandi fyri áarlopi og omanlopi

Ávaring til allar bilførarar! Sera nógv avfall er í løtuni og Landsverk boðar frá, at tað kann verða stórur vandi fyri áarlopi og omanlopi í kvøld.

Soleiðis ávarar Føroya Politi á Facebook, nú tað hevur regnað sera illa seinastu tímarnar:

 

– Sera nógv vatn er á vegunum, og bilførarar mugu vísa størsta varsemi, tá ið koyrt verður eftir landsvegnum.

Sí annars koyrilíkindini á heimasíðuni ella Facebook vanganum hjá Landsverki, www.landsverk.fo, ávarar vaktleiðarin hjá løgregluni.

 

Soleiðis ávarar Landsverk í løtuni:

 

GEV GÆTUR: 

 

Ávaring!

 

  • Sera nógv avfall er íløtuni
  • Mett verður, at í kvøld er sera stórur vandi fyri áarlopi og/ella omanlop. 
  • Ein stórur steinur er dottin niður á vegin á Heltnini á Oyndafjarðarvegnum.
  • Heitt verður tískil á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi 
  • Vatn flýtur yvir um vegin frá Kaldbaksbotni og inn til Kaldbaksbygd. Mælt verður frá allari óneyðugari koyring á hesum vegastrekki í løtuni.
  • Sera nógv vatn rennur eftir vegnum í ovaraborð frá rundkoyringin í Kollafirði og Fram í dal í Kollafirði. 
  • Sera nógv vatn er á vegnum Inni í Firði í Kollafriði
  • Nógv vatn rennur tvørtur um vegin við Magnstøðina við Streymin 
  • Sera nógv vatn er á vegnum. Í støðum klára veitir og tvørrennir ikki at fylgja við. Hetta viðførir at vatnstøða veksur á vegnum.
  • Heitt verður á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi, tá ið koyrt verður á landsvegnum.