40 venjarar fingu íblástur til gerandisdagin

Fyrr í vikuni skipaði FSF fyri felagsfundi fyri øllum venjarunum kring landið, ið taka sær av U11 og U13 hjá bæði gentum og dreingjum, skrivar FSF.fo

40 venjarar luttóku á temakvøldinum, sum fyrr í vikuni var á Tórsvølli - Mynd: www.FSF.fo

Sum partur av tænastunum til feløgini frá fótbóltsdeildini hjá FSF, varð farna týsdag skipað fyri felagsfundi fyri øllum venjarunum kring landið, ið venja U11 og U13 hjá gentum og dreingjum. Tiltakið var væl vitjað, og tá avtornaði vóru ikki færri enn 40 venjarar, ið luttóku.

 

Tiltakið var samstundis partur av fundunum, ið Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze seinastu tíðina hava havt við feløgini, og har teirra venjarar hava fingið íblástur innan evnini 1-móti-1 støðum og orientering.

 

Fyrst á skránni var framløga frá norðmanninum, Geir Jordet, ið telist millum fremstu granskararnar innan orientering í fótbólti. Síðani greiddi Christoffer Karne, U14 venjari hjá FC Nordsjælland frá, hvussu tey venja 1-móti-1 støðum í FCN.

 

Talan var um tveir sera góðar og beinraknar fyrilestrar, ið vórðu skipaðir sum videoframløgur Aftaná vóru venjingar á skránni, har Jens Erik Rasmussen, ungdómsvenjari hjá HB, og Tóki Klakk Olsen úr Víkingi vístu, hvussu venjast kann innan nevndu evni.

 

– Hetta var eitt positivt og væl avgreitt venjarakvøld, har yvir 40 venjarar fingu íblástur til gerandisdagin. Í ár hava vit valt at seta fokus á hesi evni, tí vit meta, at í føroyskum fótbólti og júst í hesum aldursbólkunum hava vit nógv at heinta.

 

– Okkara fatan er, at venjararnir í feløgunum taka boðskapin til sín, og gleðiligt er, at til temakvøldini, tá Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze hava verið á vitjan, hava yvir 100 venjarar tilsamans luttikið, sigur tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen.

 

 

 

40 venjarar luttóku á temakvøldinum, sum fyrr í vikuni var á Tórsvølli - Mynd: www.FSF.fo