Reuters veit í dag at siga, at 897 lastbilar eru komnir inni í Gazageiran í dag við neyðhjálp.
Tað er ST, sum er kelda til hesi tíðindi. Tørvurin á neyðhjálp er øgiligur eftir kríggj í meira enn eitt ár.
Hetta er triði dagurin við vápnahvíld í Gazageiranum millum Ísrael og Hamas.
Vit hava onkuntíð nevnt tað her á pallinum, at Gazageirin í ferkilometrum er minni enn Streymoyggin.
Men, íbúgvaratalið er stórt, tí fyri kríggið búðu fleiri enn tvær milliónir í hesum lutfalsliga lítla øki.
Streymoyggin er 373,5 ferkilometrar til víddar, og Gazageirin er 365 ferkilometrar.