Gamla fongslið í Havn verður nú tikið niður. Talan er um tveir bygningar, sum eru bygdir afturat gomlu politistøðini í Havn, sum var tikin í nýstlu fyri sløkum 60 árum síðani. Tann nýggjari parturin av fongslinum er frá áttatiárunum.
– Vit hugsaðu leingi um, hvat vit skuldu gera við hasar sellubygningarnar, og av tí tað er so ósamanhangandi bygt, so eru vit komin til ta niðurstøðu, at lættast og bíligast er at taka bygningarnar niður, sigur Gunnar Breckmann, sum er stjóri í felagnum, sum eigur bygningin.
– Vit roknaðu upp á tað, og vísir tað seg, at tað gjørdist forholdsvís ov dýrt at gera nakað við teir gomlu bygningarnar, og vit vita heldur ikki, hvussu undirlendið er, sigur Gunnar Breckmann.
Hann sigur, at bygdar verða 10 hotelíbúðir á staðnum. Talan verður um tveir bygningar, sum ikki vera hægri verandi sellubygningarnir, men fylla eitt sindur meira.
Í øðrum bygninginum verða seks íbúðir, tríggjar á hvørjari hædd, og í hinum bygnigninum verða fýra íbúðir, tvær á hvørjari hædd.
Frammanundan hevur felagið, sum fer at virka undir navninum »Broncks«, fimm hotelíbúðir, har sum garasjurnar hjá politistøðini vóru út móti Jónas Broncksgøtu, so tilsamans verða nú 15 hotelíbúðir.
Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum byggir íbúðirnar, og arbeiðið skal verða liðugt í juli næsta ár, sigur Gunnar Breckmann.
Umframt hotelíbúðir fevnir virksemið hjá felagnum eisini um at leiga út veitsluhøli á gomlu politistøðini, sum bæði verða leigað til veitslur og til fundir og onnur tiltøk, sigur Gunnar Breckmann.
##med2##
##med3##