Í dag spældu fýra føroyingalið næstseinasta dystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Og í øllum fýra førunum vunnu føroyingaliðini.
Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, HØJ, og liðið hjá Teis Horn Rasmussen, Aarhus, ið má klára seg uttan Peter Krogh eru í einum gróthørðum stríði um at vinna deildina, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu hondbóltsdeildina.
Í kvøld vann Aarhus ellinta sigurin á rað. Men í kvøld gekk tað akkurát. Aarhus á øðrum plássinum hevði heimadyst móti Skive á triðja plássinum. Um Skive vann dystin, so hevði HØJ í kvøld vunnið næstbestu deildina. Men soleiðis gekk tað ikki. Aarhus vann dystin sera tepurt 29-28. Jesper Meinby skoraði upp á brotskast til 29-28 við 48 sekundum eftir á klokkuni. Tíverri fyri Skive, og tíverri fyri HØJ eydnaðist tað ikke útiliðnum at javna, og so kundu Teis og liðfelagarnir fegnast um ellinta sigurin á rað. Teis skoraði tvey mál í dystinum.
Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ greiddu tó teirra arbeiðssetning fyrr í dag við 35-29 (22-16) sigri á Norddjurs í høllini í Ølstykke. Sigurin heldur HØJ á fyrsta plássinum, men teir eru bert eitt stig frammanfyri Aarhus.
Komandi leygardag klokkan 14 spælir HØJ móti fjórðaftasta liðnum í deildini, Odder á útivølli. Somu klokkutíð spæla Teis og liðfelagarnir í Aarhus móti gamla liðnum hjá Teis, Tønder á útivølli. Um HØJ vinnur á Odder flyta teir beinleiðis upp í bestu deildina. Fær HØJ ikki fult geva teir Aarhus møguleikan at fara við fyrsta plássinum.
Kjartan Johansen skoraði trý mál í dag, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn á heimavølli vunnu stórsigur 37-26 (18-11) á botnliðnum, Roskilde.
Lemvig hevur 31 stig á fjórða plássinum, og teir koma at enda á fjórða plássinum, tí Midtjylland hevur 28 stig og kann ikki røkka meir enn 30 stigum.
Bogi Hansen skoraði trý mál, Janus Dam Djurhuus skoraði tvey mál, og Leivur Mortensen skoraði eitt mál, tá lið teirra, FIF á heimavølli vann 36-33 (15-16) á Odder.
FIF liggur á sjeynda plássinum við 22 stigum. Og teir koma at enda á sjeynda plássinum. FIF hevur fimm stig upp til Tønder á sætta plássinum, og teir hava seks stig niður til Rækker Mølle á áttanda plássinum.
Í morgin klokkan 14 spæla Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Rækker Mølle.
Team Sydhavsøerne er nummar níggju við 15 stigum, men teir kunnu við sigri fara framum Rækker Mølle.