Persónur á kavaskutara kann hava koyrt gjøgnum ís í Grønlandi

Hósdagin varð bjargingarátak sett í verk í Vesturgrønlandi. Eingin varð funnin og løgreglan biður nú um hjálp.

Løgreglan í Grønlandi óttast, at ein persónur á kavaskutara er farin ígjøgnum ísin í Uummannaq. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Grønlandi óttast, at ein persónur er dottin ígjøgnum ísin á einum kavaskutara nærhendis Uummannaq í vesturgrønlandi.

Løgreglan skrivar á Facebook, at bjargingarátak varð sett í verk hósdagin klokkan hálvgum átta eftir fráboðan um, at ein kavaskutari kann vera farin ígjøgnum ísin.

Men eingin varð funnin, og tí biður løgreglan nú borgarar um hjálp.

- Løgreglan í Uummannaq heitir hervið á borgarar um hjálp, um tit sakna ein persón ella vita um ein persón, sum ikki er komin heimaftur, ella er saknaður, um at venda sær til vaktarmiðstøðina hjá løgregluni á tlf. 701448.

- Hetta kemst av, at tey framvegis ikki hava fingið samband við ella vorðin varug við ein møguligan saknaðan persón, sum koyrdi kavaskutara á ísinum, hvørki úr Uummannaq ella úr niðursetubygdunum við Uummannaq, skrivar løgreglan.

Bæði lokala sløkkiliðið og lokalir borgarar vóru við í bjargingararbeiðinum.

 

/Ritzau/

 

Løgreglan í Grønlandi óttast, at ein persónur á kavaskutara er farin ígjøgnum ísin í Uummannaq. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix