AC Horsens hevur selt Jens Bertel

Fyrrverandi venjarin hjá HB er seldur til IFK Göteborg

AC Horsens hevur selt Jens Bertel Askou, fyrrverandi venjarin hjá HB, er seldur til IFK Göteborg. Tað boðar AC Horsens frá á heimasíðuni.

 

Jens Bertel Askou tók við starvinum í AC Horsens eftir eitt ár í Føroyum, har HB vann greipuna. Um ársskiftið til 2021 bleiv greitt, at AC Horsens ætlaði sær danska venjaran hjá HB og fór avstað við honum.

 

AC Horsens var longu á veg í næstbestu deildina tá, men árið eftir kom liðið upp í Superliguna aftur. Tað eydnaðist ikki at halda fast í plássinum, tí í seinasta umfari reyk AC Horsens niður í næstbestu deildina aftur.

 

IFK Göteborg er svenskt stórfelag, sum tó liggur undir niðurflytingarstrikuni í løtuni. Tað eru 11. umfør spæld.