Aðalfundur byrjaði við ungdóms-gudstænastu

Í hesum døgum hevur Felagið fyri Kirkjuráðslimir aðalfund í Salti á Drelnesi

Folkakirkjan.fo skrivar:

 

Felagið hevur havt økisfund í Suðuroy áður, men hetta er fyrstu ferð, at aðalfundurin er í Suðuroy.

 

Dagbjørt Ó. Hansen er forkvinna í felagnum:

 

##med2##

 

"Tað er altíð spennandi at luttaka á aðalfundum, tí tá hittast lokal kirkjuráð at samtala um felags mál. Vit hava øll okkara dagliga at takast við, og tað eru lokal mál, ið fylla gerandisdagin. Tí er bæði gott og neyðugt hjá kirkjuráðslimum, at hoyra um tað sum hendir aðrastaðni. Ja, er til íblásturs fyri okkum øll."

 

##med3##

 

Aðalfundurin hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir verður vanliga hildin leygardag, og soleiðis var eisini hesa ferð. Felagið hevur í arbeiði sínum í 2024 og 2025 lagt dent á børn, ung og barnafamiljur. Tí varð heitt á Ann Hermansdóttir studentaprest, um at hava eina ungdómsgudstænastu fríggjakvøldið undan aðalfundinum.

 

Løtan í Tvøroyrar kirkju var serstøk. Góð hundrað fólk, nógv av teimum ung, høvdu leitað sær í vøkru kirkjuna. Lokali bólkurin Tonika sang so sera vakurt, og Ann hevði eina fangandi prædiku fyri ungum og gomlum.

 

##med4##

Ann hevði til løtuna útvegað sær lørift, sum hon gjøgnum prædikuna málaði á. Hon talaði m.a. um tann kross, ið varð ristur yvir andlit og bróst við dópin, men sum gjøgnum eitt lív kann kámast burtur av øllum møguligum.

Stuttligt var at síggja, hvussu bæði ung og gomul lenaðu seg framyvir, fyri at fylgja við hvussu listaverkið tók skap.


Aftaná varð borðreitt við drekkmunni.