Tí flyta vit klokkuna fram í nátt

Í nátt skulu vit minnast til at flyta klokkuna fram. Les her um, hví bæði vit og ES flyta klokkuna

Í nátt, skulu vit aftur venja okkum við summar og flyta klokkuna fram – um hon ikki ger tað av sær sjálvum.

 

* Hvørt ár verður klokkan flutt ein tíma fram, so vit aftur koma til summartíð – eftir fimm mánaðir við vetrarartíð.

 

* Tað formliga heitið fyri tíðina um veturin er Greenwich Mean Time – GMT. Tað sum tey í ES kalla fyri UTC pluss ein tíma.

 

* Summartíðin varar í sjey mánaðir frá síðsta sunnudegi í mars til síðsta sunnudag í oktober.

 

* Um heystið skal urið stillast ein tíma aftur til »normaltíð« frá klokkan 02.00 til klokkan 01.00.

 

* Um várið skal klokkan flytast ein tíma fram frá klokkan 01.00 til klokkan 02.00. Tað »kostar« altso ein tíma.

 

* Avleiðing av hesum er at tað um heystið verður ljósari, tá vit fara til arbeiðis mánadagin í mun til somu tíð eitt samdøgur frammanundan.

 

* Summartíð var fyrstu ferð sett í gildi í Eysturríki og Týsklandi í 1916 fyri at spara orku og harvið olju, sum tørvur var á vegna Fyrra Heimsbardaga.

 

* Fleiri evropisk lond fylgdu við 21. mai sama ár.

 

* Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í "Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016 um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober.

 

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið.

 

* Í 2018 var tað tikið upp sum mál á ES støði at avtaka summartíðina.

 

* Í eini altjóða spurnarkanning svaraðu 4,6 milliónir ES borgarar uppá, um teir stuðlaðu uppskotinum. 84 prosent søgdu ja. 

 

* Í 2019 var samtykt í Evropatinginum at taka av summartíðina. Men samtyktin varð ikki framd í verki.

 

* ES limalondini skulu eisini semjast í ES ráðharraráðnum, eftir at tingið hevur samtykt uppskotið. Men tað gekk ikki.

 

* Limalondini tveittu bóltin aftur til ES nevndina. Partarnir kunnu eftir øllum at døma ikki semjast um, hvør skal taka næsta stigið.

 

Keldur: Den Store Danske, Eur-lex og Ritzau.

 

/ritzau/