B75, bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, sum áður hýsti bæði sjúkrasystraskúla og sjúkrasystralesandi, skal umbyggjast aftur til at vera lestrarbústaður.
Tað er eitt beinleiðis úrslit av ætlanunum hjá landsstýrinum um at byggja lestrarbústaðir nærindis kampusøkinum á Frælsinum, sum jú er hinu megin vegin.
Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum váttar, at tey flyta úr B75 og oman í gamla smiðjubygnignin hjá Wenzel Petersen úti í Bakka í Havn. Tað er tann stóri guli bygningurin, har Arbeiðs- og Brunaeftirlitið heldur til í løtuni.
Heilsumálaráðið, sum eisini eisini hevur til húsa í B75, flytir eisini.
Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri váttar, at tey flyta oman í bygningin hjá Lív, sum er í Quillingsgarði og tí kompleksinum av samanbygdum húsum millum Krókabrekkuna og Erling Jalsgøtu – oman fyri Kopargøtu í Havn.
Saman við Helsumálaráðnum flytur eisini Familjuhúsið, sum fer at halda til í sjálvum Quillingsgarði og í ovara húsinum, meðan Heilsumálráðið skal brúka restina.
Eins og nýggju hølini hjá Almanna- og mentamálaráðnum, so er eisini her talan um eina gamla smiðju hjá Wenzel Petersen – tí tað var júst her, sum Wenzel Petersen byrjaði sítt smiðjuvirksemi fyri góðum 100 árum síðani.
##med2##
Bjørgfríð Ludvig sigur, at enn er ikki helt greitt, nær flutt verður, men tey miðja ímóti 1. september í ár. Men har skulu onkrar smærri umbyggingar gerst, eitt nú viðvíkjandi atkomuviðurskiftunum, sigur hon.
Hon sigur, at hetta er ein nýggj ætlan.
– Málið byrjaði við, at landstýrið ynskti at fáa bústaðir til lesandi, sum eisini hevur verið ynski hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Setrinum, og so hevur Landsverk eisini verið uppií. Tey ynsktu at fáa nakrar bústaðir til lesandi, um lógu tætt við Setri. Og tað er sjálvandi frægari at taka av skrivstovum heldur enn av bústøðum, sum hoyra til sjúkrahusverkið, sigur Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri.
##med3##
Sjúkraflutningstænastan, sum hevur hildið til í niðastu hædd á B75 flytir tó ikki úr bygninginum í hesum sambandi.
Tað eru Bústaðir, sum skulu gera umbyggingarnar, soleiðis at bygningurin aftur kann hýsa lesandi.
##med4##