Aftaná 19 sigrar á rað tapti EH Aalborg loksins aftur

EH Aalborg tapti fyri Bjerringbro í oddauppgerðina í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Aftaná heilar 19 sigrar á rað vóru føroyski málverjin, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagar hennara í EH Aalborg fyri einum tapi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

EH Aalborg spældi oddauppgerð móti Bjerringbro á útivølli.

 

EH Aalborg var á odda 14-13 í steðginum, men haltaði aftaná í seinna hálvleiki, og tapti at enda dystin 28-31.

 

EH Aalborg og Bjerringbro eru jøvn í stigum, tey hava 38 stig hvør. Men Bjerringbro er betri innanhýsis.

 

Bjerringbro hevur tí fyrimunin undan seinasta umfarinum.

 

Skulu Margit og liðfelagarnir vinna deildina, og harvið flyta beinleiðis upp í deildina mugu tær fyrst og fremst vinna á botnproppinum, HIK á heimavølli komandi leygardag. Samstundis má Bjerringbro seta stig til á útivølli móti Holstebro.

 

Magna Tórðardóttir og liðfelagarnir í HIK taptu í dag á heimavølli 29-32 (13-17) fyri DHG. Magna skoraði tvey mál fyri HIK í dag.

 

HIK er aftast í deildini við átta stigum, og tær flyta niður í triðbestu deildina.