Afturgongd í bilasøluni higartil í ár

Ársins fyrstu níggju mánaðir hevur verið afturgongd í søluni av nýggjum bilum í Føroyum

 

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni.

Higartil í ár eru skrásett 1.667 nýggj akfør í mun til 1.815 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 148 akfør ella 8,2 prosentstig.

Taka vit søluna av persónbilum, so er ein eitt sindur minni afturgongd har. Seldir eru tilsamans 1238 persónbilar higartil í ár í mun til 1321 sama tíðarskeið í fjør. Ein afturgongd upp á 83 bilar ella 6,3 prosentstig.

Men sølan av persónbilum seinasta mánaðin hevur ikki verið góð. Har er afturgongdin 50 prosent. í september í ár eru bara seldir 51 nýggir persónbilar í mun til 102 í september í fjør.

Talvan niðanfyri vísir gongdina í skráseting av nýggjum akførum í Føroyum teir níggju mánaðirnar, sum farnir eru av árinum:

##med2##