Agnetha hevur bundið flestu jólagávurnar

- Jólini eru so handilslig, sum vit sjálvi gera tey til.  Míni eru ikki so handilslig, sigur Agnetha Sofía Solmunde.

 

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

Hendan rokaliga tíðin er so sera hugnalig, serliga við mínun fitta ommusoni, sum er trý ára gamal og býr í einari íbúð í kjallaranum. 

 

Tað sigur Agnetha Sofía Solmunde.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

Í ár hava vit roynt at pyntað nógv og fóru tíðliga í gongd. Hetta vikuskiftið fer heilt sikkurt við at baka saman við familjuni.

 

Keypir tú jólagávur og eru onkrar longu komnar í hús?

 

-  Í ár havi eg bundið tær flestu jólagávurnar, og næstan allar eru klárar.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

Jólini eru so handilslig, sum vit sjálvi gera tey til.  Míni eru ikki so handilslig, sigur Agnetha Sofía Solmunde.