Hin 07.03.2025 heitti Áhugabólkur Penjónista á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at leggja lógaruppskot fyri løgtingið við broyting til Almannapenjónslógina, ið heimilar landsstýrisfólkinum í almannamálum at áseta eftirløn til fyritíðarpensjónistar í kunngerð. Landsstýriskvinnan hevur nú lagt frá sær og er farin í annan sess.
Í kunngerð í januar mánaða varð ásett, at fólk, ið fáa starvslønir og listafólkalønir eftir kunngerð fyri Mentanargrunn Landsins, frameftir fara at fáa 15% í eftirløn afturat starvslønini. Tískil sæst at málið um eftirløn til fyritíðarpensjónistar kann avgreiðast sambært kunngerð. Løgtingið viðger í verandi løtu uppskot frá Sirið Stenberg um at geva heimild til landsstýrisfólkið í Almannalógini at áseta upphæddir til ískoyti í kunngerð.
Gott 900 fyritíðarpensjónistar millum 58 og 66 ár gerast fólkapensjónistar næstu 10 árini – og hava fleiri teirra onga eftirløn afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta. Fleiri fólkapensjónistar hava framvegis høgar bústaðarútreiðslur.
Ásannandi tann mismun at fyritíðarpensjónistar ikki fáa eftirløn, setti henda samgonga í samgonguskjal sítt frá 22.12.2022, at eftirløn skal veitast fyritíðarpensjónistum í hesum valskeiðnum. Samgonguskeiðið er nú meira enn hálvrunnið og enn hevur einki verið at hoyrt um ætlanirnar hjá landsstýrinum.
Í svari til munnligan fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, hin 19.02.2025, svaraði Sirið Stenberg, nú fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, at hon fór at gera alt tað, hon var ment, at fáa málið framt. Hon segði, at tað hevur ikki verið rætt atborið, men at samgongan hevur møguleika at gera tað rætt frameftir. Landsstýriskvinnan legði afturat, at løgtingið hevði lóggivið ein stættarmun, tá fyritíðarpensjónin varð undantikin eftirlønargjaldi.
Áhugabólkur Pensjónista væntar tískil, at nýggi landsstýrismaðurin fyri Tjóðveldi, har Sirið Stenberg er forkvinna, heldur seg til samgonguskjalið og lyftið hjá forkvinnuni og syrgir fyri uttan drál at taka av henda mismun, tá umræður eftirløn, ið fyritíðarpensjónistar hava verið og framvegis eru fyri.
Seinasti framløgudagur er nú farin, men landsstýrismaðurin eigur uttan trupulleikar at kunna fáa til vega neyðugu undirskriftirnar, so málið kann verða viðgjørt skjótast møguligt.
Almannapensjónirnar í Føroyum eru afturútsigldar í mun til arbeiðaraløn. Verða almannapensjónirnar hækkaðar, soleiðis at pensjónistar fáa meira pening at liva av, slepst undan mongu “hjálparpakkunum”, ið fátækraraktir pensjónistar mugu søkja um á hvørjum ári, tí pensjónin ikki strekkir til lívsins uppihald. Sum dømi kunnu nevnast: oljuískoyti, orkuískoyti, familjuískoyti, barnaískoyti, serligt barnaískoyti, serlig viðbót, persónlig viðbót v.m. Hesar skipanir hava við sær stórar umsitingarligar meirútreiðslur. Neyðugt eigur heldur ikki at verða hjá fátækraraktum pensjónistum at kenna seg noyddar at venda sær til privatar hjálparfelagsskapir at fáa mat og klæðir uppá kroppin.
Fái nú eftirlønina til fyritíðarpensjónistar upp á pláss og hækki somuleiðis pensjónirnar á rímuligt støði, so sleppast kann undan ískoytisskipanum.
Tórshavn, hin 11.03.2025
Áhugabólkur Pensjónista
Jóhan Carl Dam
Bozena Rasmussen
Maria Jacobsen
Eyðun Ellendersen
Heidi Egilsnes Hammer
Ingrid S. Henriksen
Nina Dahl
Hermann Mikkelsen