Áheitan frá Megd tikin í størsta álvara

Talsfólk til brekøkið nú!

 

Tað er sera umráðandi at fáa talsfólk sett á stovn beinanvegin.

 

 

 

Grein 33 í Brekrættintasáttmálanum ásetur, at Føroya Landsstýri og Løgtingi skal tryggja, at fólk, sum bera brek, fáa tey rættindi, sum eru ásett í sáttmálanum. 

 

 

 

Talsfólkið skal ráðgeva og koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, sum bera brek.

 

 

 

Tað er sera neyðugt fyri at fáa bestu tænasturnar. Mál um hettar var ávegis, tá val bleiv útskrivað. 

 

 

 

Havi saman við øðrum í samgonguni arbeitt miðvíst fyri at fáa hettar framt í verki.

 

 

 

Nú má og skal tað fremjast.

 

 

 

Tilbúgvingarætlan, tá verkfall er - hastar!

 

Sum er, er eingin lóg, sum verjir fólk, sum bera brek, tá ið verkfall er. Hvør hevði góðtikið at verði fluttur úr sínum heimi, tá verkfall er - eg spyrji bara.

 

 

 

Fleiri, sum bera brek uppliva tað aftur og aftur at vera noydd at flyta úr egnum heimi, inn til famijlu ella aðrar størri búfelagsskapir. Vit gjørdu ein roynd at koma við uppskoti -  tað skapti rættuliga nógva øsing, bæði frá flokkum og fagfeløgum. Hettar má loysast.

 

 

 

Tað mugu gerast tilbúgvingarætlanir, sum tryggjar fólk, sum bera brek, tá eitt nú verkall er á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Bústaðir raðfestast enn hægri

 

Tað er sera gleðiligt og gott, at hendan samgongan hevur sett gongd á fleiri byggiverkætlanir, nakað sum er hart tiltrongt, tí í dag eru 170 á bíðilista, sum einki bútilboð hava. Talið kemur at vaksa komandi 10 árini.

 

 

 

Vit mugu halda fram við tilgongdini at byggja. Eisini mugu vit byggja fjøltáttaðar bústaðir.

 

 

 

Hendan samgongan setti 200 mió. kr. av til Bústaðir til at nýta m.a. til hetta endamál. Øll mugu á banan fyri veruliga at seta gongd á.

 

 

 

Hesi sera týdningarmiklu mál vil eg framhaldandi virka fyri, verði eg vald aftur 8. desember.

 

 

 

X við Edvu Jacobsen

 

 

 

Edva Jacobsen

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið