Ákæra reist móti Nordea fyri at hvítvaska 26 milliardir krónur

Bankin hevur gjørt ivasamar flytingar fyri russiskar kundar

National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK), sum er tann parturin av donsku løgregluni, sum kannar fíggjarlig brotsverk, hevur ákært Nordea fyri umfatandi hvítvask millum 2012 og 2015. Tað skrivar NSK í einum tíðindaskrivi.

 

Ongir einstakir persónar eru ákærdir. Málið er gamalt, tí longu í 2016 meldaði danska fíggjareftirlitið Nordea til løgregluna fyri brot á lógina um hvítvask. Berlingske tidende skrivaði um málið afturi í 2019, og tá visti avísin at siga, at deildin hjá Nordea á Vesterport í Keypmannahavn vaskaði pening hvítar fyri russiskar kundar. Fleiri enn 260 skuffufyritøkur og fyritøkur í skattaskjóli høvdu kontur í bankanum millum 2004 og 2014.

 

Peningur settur av til stóra bót

 

Sambært DR, so hevur Nordea leingi vænta at fáa eina bót fyri vantandi eftirlitið við hvítvaski. Tað skrivaði bankin millum annað í roknskapinum fyri 2019, tá táverandi stjórin í Nordea boðaði frá, at umleið 700 milliónir vóru settar av til eina bót fyri brot á lógina um hvítvask.

 

Danske Bank, sum eisini hevur verið partur av eini stórari gølu um hvítvask, fekk í 2022 eina bót á 15,3 milliardir krónur fyri at vaskar pengar hvítar í deildini hjá bankanum í Estlandi. Danske Bank í Estlandi hevði gjørt ivasamar flytingar fyri einar 1.500 milliardir krónur. Bankin gjørdi tá eina semju við danskar, amerikanskar og estiskar myndugleikar.

 

Tað er óvist, nær málið móti Nordea skal fyri rættin.