Ikki harðskapur - men ólátaður atburður

Í sínum kanningararbeiði hevur løgreglan eitt nú sæð vakmyndaupptøkur, sum eru tiknar á skeinkistaðnum, og upptøkurnar vísa, at talan var ikki um harðskap, men um ólátaðan atburð móti duravørði.

Tað vóru vakmyndatól, sum vístu, at ein hending á skeinkistaði leygarnáttina ikki var harðskapur, men ólátaður atburður. Hendingin byrjaði við, at ringt varð til løgregluna, tí ein duravørður skuldi hava verið fyri harðskapi.

 

Talan var um tveir ólátaðar gestir, sum ikki vildu gera eftir boðum frá duravørði, og tað var í hesum sambandi, at duravørðurin skuldi hava verið fyri harðslapi.

 

Løgreglan sigur, at slík mál, tá lagt verður eftir starvsfólki, sum hava eina slíka uppgávu, altíð vera tikin í størsta álvara, og hesi fólk hava eisini eina serliga verju í lógini.

 

Men nú løgreglan hevur kannað júst hetta málið betur, er greitt, at talan var ikki um harðskap, sum nevndi duravørður var fyri, men at hetta í staðin kemur undir tað, tey rópa ólátaður atburður.

 

Teir báðir, sum høvdu sett seg upp ímóti duravørðinum, vórðu tiknir við á løgreglustøðina, og teir sluppu ikki út aftur fyrr enn dagin eftir.

 

Í sínum kanningararbeiði hevur løgreglan eitt nú sæð vakmyndaupptøkur, sum eru tiknar á skeinkistaðnum, og hesar myndir vísa, at talan var um ólátaðan atburð móti duravørðinum.

 

- Tískil fáa hesir báðir menninir bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan, nú málið er lýst nærri, og skuldsetingin um harðskap soleiðis er slept.