Ákærin Jack Smith biður dómara sleppa máli móti Trump

Ákærin biður um at málini ímóti Donald Trump í sambandi við valið í 2020 verða slept

Komandi forsetin í USA, Donald Trump, og serákærin Jack Smith. (Savnsmynd) - Mynd: Tasos Katopodis/Kevin Wurm/Reuters

Serligi ákærin Jack Smith biður um at bæði samveldismálini ímóti Donald Trump verða slept.

Fáar minuttir eftir, at hann hevði biðið ein dómara um at sleppa einum máli um royndir at broyta úrslitið av valinum í 2020, biður Smith um at sleppa einum máli um goymslu av loyniligum skjølum, skrivar New York Times millum annað.

Bæði málini hava áður verið steðgað.

Ákærin hevði freist til 2. desember at umhugsa, um haldast skuldi fram við málunum móti Trump.

Trump hevur kallað ákærurnar móti sær fyri "heksajakt" og hevur sagt, at hann fer at siga Jack Smith úr starvi innan tvey sekund, um hann framvegis er í starvinum, tá Trump tekur við embætinum.

Sambært fleiri miðlum hevur Jack Smith avgjørt at leggja frá sær, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið í januar.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Komandi forsetin í USA, Donald Trump, og serákærin Jack Smith. (Savnsmynd) - Mynd: Tasos Katopodis/Kevin Wurm/Reuters