Í Havn førdi tað til eina niðurbræðing hjá Javnaðarflokkinum, sum fór 3.314 atkvøður eftir hæli av tí at fýra býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum ikki vildu stilla upp saman við Heðini Mortensen.
Í Vági skrædnaði Javnaðarflokkurin, tí at Levi Mørk yvirhálaði sitandi borgarstjóra í Vági seinastu fýra árini, Bjarn Johansen, í persónligum atkvøðum. Hóast tað ikki er nøkur lóg, so er tað vanlig siðvenja, at tann, sum fær flestar atkvøður verður borgarstjóri. Sjálvandi kunnu tað vera undantøk, og tað hendir seg meira enn so, at tann við teimum flestu atkvøðunum tekur seg aftur, so annar sleppur framat.
Í Vági var Levi Mørk hesaferð toppskorari í persónligum atkvøðum, bæði á listanum hjá Javnaðarflokkinum, men eisini av øllum valevnum.
Tá ein persónur soleiðis sum Bjarni Johansen vendir flokkinum bakið, so eru stórir persónstrupulleikar innanfloks.
Soleiðis er eisini í Havn. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag dumpaði, og flokkurin fekk ein syngjandi lúsing. Útbrótararnir taptu eisini, tí teir nú sita uttan fyri ávirkan, meðan Javnaðarflokkurin situr við ávirkan í meirilutanum.
Onkur kann spyrja, hví fólk í sama flokki ikki kunnu samstarva í einum kommunustýri. Men tað er givið frammanundan, at tá eitt slíkt stríð tekur seg upp, sum í Javnaðarflokkinum í Havn, so verður ikki samstarv um samgongu beint aftaná. Útbrótararnir hava sligið beinini undan flokkinum, sum hevur havt takið á havnarborgarum seinastu fýra býráðsvalini undan hesum. Tað støðuna hevur flokkurin mist – eina og aleina av persónsstríði – og tað verður trupult at byggja uppaftur. Søgan sigur okkum, at fólk í slíkum stríði skulu brúka nógv ár um at lekja sárini. Á Tvøroyri tók tað 20 ár at fáa stríðandi javnaðarpartarnar at samstarva aftur og stilla upp á sama lista.
Men tað er ikki eitt sunnheitstekin frá einum hugsjónarflokki, at hann skrædnar í fleiri liðum av innanhýsis persónsstríði. Og tað er greitt, at talan er ikki um eitt hugsjónarligt stríð. Tað er bara persónsstríð, sum heilt einfalt er stríð millum persónar um vald.
Tað átti ein flokkur við ábyrgdarfólki at kunna lyft seg uppum – og fingið skil á. Hvussu skulu tit annars kunna stýra landi og kommunum, tá tit knúsa tykkum sjálvi í stríði um persónligt vald?