Landsliðsáleypari til NSÍ

Betri deildin kvinnur: NSÍ hevur fingið tilgongd av landsliðsáleypara

Mynd: (NSÍ) Karstin Joensen, formaður, og Rebekku Fjallsá Benbakoura

NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla landsliðsáleyparin Rebekku Fjallsá Benbakoura. Hon kemur til NSÍ frá HB.

 

- Rebekka Fjallsá Benbakoura er 25 ár og hevur leikt øll síni ungdómsár við HB. Í 2014 leikti hon sínar fyrstu minuttir í bestu deildini hjá kvinnum. Í 2023 skifti Rebekka til KÍ, har hon var við til at vinna FM. Í 2024 skifti Rebekka til felagið GPO Kastorias, sum spælir í Grikkalandi. Í juli kom hon heim aftur til barndómsfelagið HB, har hon spædi restuna av kappingarárinum, skrivar NSÍ.

 

Við 70 málum í 130 dystum verður Rebekka Fjallsá Benbakoura roknað sum ein av vandamiklastu spælarunum í føroysku kappingini. Heidi Sevdal hevur boðað frá, at hon helst gevst og Rebekka Fjallsá Benbakoura er ein upplagdur avloysari, men helst droyma tey í NSÍ um at báðar spæla komandi kappingarár.

 

Mynd: (NSÍ) Karstin Joensen, formaður, og Rebekku Fjallsá Benbakoura