HB hevur í kvøld gjørt ein tvey ára sáttmála við Bartal Páll Klein. Hann byrjaði sín fótbóltsuppvøkstur í HB, skifti síðani til B36 og hevur partvís fingið sítt gjøgnumbrot í Betri deildini í ár hjá B68. Hann setti punktum við at skora hattrik móti NSÍ í seinasta umfarinum og tryggja toftamonnum eitt ár í Betri deildini afturat.
Nú verður 17 ára gamli áleyparin aftur at finna í HB. Hann og felagið hava gjørt ein tvey ára sáttmála, sum merkir at áleyparin nú skal finna seg til rættis undir strongu krøvunum hjá Adolfo Sormani.
U19-landsliðsáleyparin hevur í vetur verið og royndarvant í Verona, og helst er vónin at menna seg á sama hátt sum Dávid Reynheim, sum í summar skifti til Torino, har hann skorar mál fyri U19-liðið.
HB hevur eisini fingið tilgongd av Emil Grønn Pedersen, Áka Johannesen og Dan í Soylu, meðan spælarar sum Emmanuel Duah, Mikkel Dahl og Noah Mneney eru farnir úr felagnum. Noah Mneney er farin aftur til Bryne í Norra, har hann var útleigaður frá.