Almannaverkið bjálvar seg móti koronu

Fimm stovnar undir almannaverkinum eru raktir av koronusmittuni, og neyðugt er at seta tiltøk í verk fyri at fyribyrgja smittuspjaðing.

Almannaverkið hevur tikið avgerð um at lata stovnar og tilboð, har borgarar í vandabólki eru, aftur fyri vitjandi til 17. august í fyrstu atløgu. Verkstøð, verkhús, frítíðar- og dagtilboð lata uppaftur 17. august, sum er ein vika seinni enn ætlað.

Tænastur hjá Endurvenjingini og Hjálpartólum verða fyrst og fremst avmarkaðar fyri borgarar í vandabólki komandi tíðina. 

Øll starvsfólk hjá Almannaverkinum, sum starvast við fólki í vandabólki, sum stuðlar, koma inn til fólk og annars eru í sambandi við ymisk fólk, skulu frá mánadegnum 10. august nýta munnbind. Hetta er eisini galdandi fyri uttanhýsis veitarar, sum eitt nú vaska ella arbeiða inni á stovnum hjá Almannaverkinum, sigur almannaverkið.

Í løtuni eru fimm stovnar hjá Almannaverkinum raktir av koronavirus. Tveir borgarar og fimm starvsfólk eru smittað. Í løtuni eru eru 20 borgarar og 62 starvsfólk í sóttarhaldi.

Umframt at starvsfólk hjá almannaverkinum verða skipað í óheft toymi, skulu starvsfólk, sum arbeiða á stovnum ella við tilboðum, har borgarar eru í vandabólki, kannast fyri koronu.

– Sum eitt eyka serligt átak verður samstarvsavtalan millum Almannaverkið og Thetis víðkað til, at øll starvsfólk í Almannaverkinum fáa tilboð um kanning fyri koronavirus hjá Thetis. Hetta verður gjørt eftir nærri avtalu við nærmasta leiðara, sigur almannaverkið.