10. oktober er altjóða dagur fyri sálarheilsu. ST stuðlar degnum, sum fyrstu ferð varð hildin í 1992. Endamálið við degnum er at upplýsa um sálarheilsuligar avbjóðingar kring heimin og at fremja meira opinleika um sálarheilsu og um sálarsjúku.
Tá eg var barn og ung, fóru fólk ’út til Árna’, tá tey skuldu hava viðgerð á ’Statshospitalinum’, sum Psykiatriski Depilin tá varð nevnur. Annars valdaði tøgn og skomm á økinum. Men tøgn lekir onga sjúku, og seinastu árini hava vit tíbetur sæð, at sálarsjúka og sálarheilsa ikki longur verða tagdar burtur.
Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarheilsu á skrá. Eisini hava felagsskapir sum Sinnisbati og Fountain House gjørt sítt til, at vit í dag eru meira tilvitað um týdningin av tilboðum, viðgerð og kunning um sálarsjúku og sálarheilsu. Sálarligar avbjóðingar eru vorðnar meira legitimar og minni farligar enn áður.
Ábøtur neyðugar
Mong eru, sum ikki megna gerandisdagin uttan hjálp, tí sálarligar pínslur sum strongd, angist og depressión eru tíverri sera vanligar í dagsins samfelag.
Ábøtur eru neyðugar, bæði við hægri raðfesting og við fleiri tilboðum, so sum sálarfrøðiliga bráðfeingismóttøku, betri hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum, lættari atgongd til sálarfrøðing, betri hjálp fyri angist, og fleiri bústovnar til menniskju, sum ikki megna at liva sum fólk flest, tí tey stríðast við sálarliga líðing.
Menniskju, sum stríðast við sálarsjúku orka sjáldan at rópa hart um teirra støðu, tíansheldur teirra avvarðandi, sum ofta eru niðurundirkomin av at vera um teirra elskaðu børn, makar, systkin, foreldur ella aðrar næstringar.
Kann raka okkum øll
Sálarsjúka kann raka okkum øll, og tøl vísa, at millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar.
Vit skulu arbeiða fyri at betra um sálarheilsuna og um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv á viðgerð fyri sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.
Fari at ynskja øllum ein góðan altjóða sálarheilsudag 2022.
Kristianna Winther Poulsen,
limur í Tórshavnar býráð og valevni til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin