Amarant er meira enn eitt bakarí 

Amarant er eitt stað, har øll - uttan mun til aldur - eru hjartaliga vælkomin. Her koma smábarnafamiljur, ungdómur, arbeiðsfólk, og her koma eldri fólk, og málið hjá bakarínum er, at øll, sum koma á gátt, skulu føla seg væl.

 

Umframt at vera eitt bakarí, er Amrant í Klaksvík eisini ein savningarstaður fyri bæði klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar annars, sum vitja í Klaksvík.

Men, tað eru ikki bara føroyskir gestir, sum vitja á Amarant. Her koma eisini nógvir útlendskir gestir – teir flestu sjálvsagt í summarhálvuni, men eisini aðrar tíðir av árinum. 

Tá vit herfyri skiftu orð við Amarant, høvdu tey júst havt 45 útlenskar gestir tveir dagar í slag, og hetta vóru ikki somu fólkini, sum vóru á gátt. 

Á Amarant siga tey, at tá bussur kemur við nógvum ferðafólki, sum hesar báðar dagarnar, verður ofta sagt frá frammanundan, men vanliga er bakaríið opið og alt koyrir sum vanligt, samstundis sum ferðaløg vitja. 

 

Nakað er til øll

Umframt vanliga baksturin, fær Amarant eisini størri bíleggingar, har viðskiftafólk kunnu biðja um 100 rundstykkir til dagin eftir, smyrjibreyð ella pizza til ein barnaføðingardag.  

Heystið er ein hugnalig tíð, og tað merkist eisini, at tað eru viðskiftafólk, sum koma á gátt og biðja um ymiskt av tí meira lekra, sum Amarant hevur.  

Eingin dagur á bakarínum er eins. 

Her hava tey høsnarunga og kips og fisk og kips, og her hava tey eisini sandwick, pitabreyð og burgarar. 

Hvønn seinnapartin hava tey pizza.

Vanligar morgnar fært tú tallerkin, sum tey rópa tað, og hetta er ein hóskandi morgunmatur fyri 95 krónur, sum tú verður mettur av. 

Um vikuskiftið er enskur morgunmatur - ella brunsj - sum er eitt stórt morgunmatarbretti fyri 135 krónur. 

Millum allan baksturin, sum bakaríið hevur, eru tey eisini farin at gera sýrdeiggjbreyð, sum hevur eina longri framleiðslu.

Allur bakstur er eginframleiðsla og fiskurin, sum fer á smyrjibreyðið, er frá góðum føroyskum veitara.

 

##med2##

 

Elsba er stjóri

Stjóri í Amarant er Elsba Jónsdóttir Lervig. 

Tað var í 2017, at bakaríið fekk nýggjan eigara, og tað er felagið, Christian í Grótinum, sum eigur virksemið. 

Hin 1. desember í 2018 skifti bakaríið navnið, Amarant, sum fellur væl í oyruni og sum fólk hava tikið til sín.

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, vóru fleiri bakarí kring um landið, men seinnu árini eru bakaríini vorðin færri í tali. 

Á Amarant starvast bakarar, kondittarar, lærlingar og hjálparfólk, og her er opið frá klokkan 07 á morgni til klokkan 20 á kvøldi. 

Umframt tey føstu, sum arbeiða her, hava bæði fólkaskúlanæmingar og miðnámsskúlanæmingar verið ófør at tikið eina hond í, tá mest hevur verið at gera.

Amarant hevur eini 50 fólk á lønarlista. 

Bakaríið selur bakstur um stóran part av landinum. Størsta einstaka sølan av baksturi eru rugbreyð, fransbreyð og morgunbreyð, men her verður eisini nógv selt av eitt nú wienarbreyði, smákøkum og skuffukøkum. 

Føðingardagskøkur og lagkøkur verða gjørdar eftir bíleggingum, og her sendir bakaríið út um landið.

Sama er við smyrjibreyði, sum bæði verður selt á bakarínum og út av húsinum. 

 

Allir aldursbólkar

Í Amarant eru eini 90 sitipláss og serliga leygardagar, tá ítróttarkappingar eru í Klaksvík, koma ofta barnafamiljur inn á gólvið. 

Tað eru eisini nógv, sum koma til Klaksvíkar at svimja, ið støkka inn á gólvið á bakarínum.  

Amarant er eitt stað, har øll - uttan mun til aldur - eru hjartaliga vælkomin. Her koma smábarnafamiljur, ungdómur, arbeiðsfólk, og her koma eldri fólk, og málið hjá bakarínum er, at øll, sum koma á gátt, skulu føla seg væl.

 

 

 

- Amarant er eitt stað, har øll - uttan mun til aldur - eru hjartaliga vælkomin, sigur stjórin.