Ambod.fo fyllir 10 ár, og hetta verður hátíðarhildið við nógvum spennandi tilboðum. Síðani Ambod.fo byrjaði sítt virksemi, er sera nógv hent.
- Virksemið er støðugt vaksið øll árini, og frá at hava havt goymslu í sera “simplum” umstøðum - í eini holu undir einum sethúsum - húsast vit nú í góðum hølum í Mykinesgøtu 7 í Tórshavn.
Úrvalið, sum Ambod.fo umboðar, er bæði til vinnu og privat, og til hetta hevur fyritøkan eitt sera gott samstarv við nógvar sterkar veitarar og kann nærum útvega alt, sum spurt verður eftir.
- Vit í Ambod.fo hava alla hesa tíðina lagt sera stóran dent á, at okkara starvsfólk hava hollan kunnleika til amboð, so vit kunnu vegleiða okkara kundum á besta hátt.
Ambod.fo hevur eisini hesi seinastu 10 árini bygt upp eina sera umfatandi heimasíðu, har kundin sær alla vøru, sum er á goymslu, umframt tað, sum kann bíleggjast.
- Vit leggja dent á, at øll í Føroyum hava møguleika at keypa amboð, uttan at tað er neyðugt at koma i handilin.
Nú Ambod.fo fyllir 10 ár, verður bjóðað til hátíðarhald í morgin, hósdagin, tann 10. oktober.
Pylsur verða grillaðar fyri viðskiftafólkum frá klokkan 11-15. Eisini verður bjóðað kaffi, køkur, sodavatn og okkurt gott til børnini.
- Vit gleða okkum at hátíðarhalda 10 ára dagin saman við okkara trúgvu kundum, sigur Hjalti Lamhauge, stjóri í Amboð.fo.
Útsølan byrjar í morgin, hósdagin klokkan 8 - við sera nógvum og góðum tilboðum, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
##med2##