Amerikanskur tíðindamaður í russiskum rætti

- Bæði journalistar og amerikansku myndugleikarnir siga, at maðurin er ósekur, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

Í dag vita útlendskar tíðindastovur at siga, at amerikanski Wall Street Journal-journalisturin, Evan Gershkovich, í morgun er møttur í rættarsalinum í russiska býnum, Jekaterinburg. 

 

Hann er ákærdur fyri njósning, og rættarfundurin verður hildin fyri afturlatnum hurðum. Hvørki tíðindafólk, ei heldur familjan hjá tí ákærda, sleppa at fylgja rættarfundinum.

 

Beint áðrenn fundurin byrjaði tíðliga í morgun, sluppu tíðindafólk at avmynda amerikanaran, sum stóð krúnrakaður um høvdið í einum glasbúri.

 

32 ára gamli, Evan Gershkovich, varð handtikin í fjør í Jekaterinburg, sum liggur eystan fyri Ural-fjøllini, og hetta var, meðan hann var til arbeiðis sum tíðindamaður.

 

Í Russlandi er hann ákærdur fyri at hava heinta loynistemplaðar upplýsingar um russiska stríðsvognaframleiðaran, Uralvagonzavod, eftir boðum frá amerikansku fregnartænastuni, CIA. 

 

- Bæði journalistar og amerikansku myndugleikarnir siga, at journalisturin er ósekur, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.