Annika: Hetta er ein heilt fantastisk kensla

- at vit hava megnađ at spælt okkum so langt er bara heilt ótrúligt, sigur Annika Fríðheim Petersen um European League fjórðingsfinalusigurin hjá Nykøbing Falster á Ramnicu Valcea

Fyrr í dag skrivaði føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen enn einaferð føroyska hondbóltssøgu.

 

Saman við liðfeløgunum í Nykøbing Falster hevur hon tryggjað sær pláss í Final Four í EHF European League, ið verður í eysturríkska býnum, Graz 13. og 14. maj.

 

Annika er fyrsti føroyski landsliðsleikarin hjá bæði kvinnum og monnum, ið sleppur at kappast í Final Four í einari evropeiskari kapping.

 

Nykøbing Falster vann í seinnu fjórðingsfinaluni 38-29 á rumenska liðnum, Ramnicu Valcea og harvið ein samlaðan 67-61 fjórðingsfinalusigur.

 

Í viðmerking til in.fo sigur Annika um minniliga dystin í dag: - Tađ er ein heilt fantastisk kensla! Sum hondbóltsspælari er hetta teir dystirnar ein veruliga ynskir at spæla, og at vit hava megnað at spælt okkum so langt er bara heilt ótrúligt, men nú hava vit eisini fingið blóð á tonnina, og eru vit til reiðar at spæla okkum til eitt heiðursmerki, og vit fara sjálvandi eftir gullinum, hóast tað verđur torført.

 

Vit spældu í einari fullari høll, og longu frá byrjan fingu vit nøkur "løtt" skjótálopsmál, og so skoraðu vit uppá allar málmøguleikararnar, sum var ein stór broyting frá fyrra dystinum. Hetta var ein fantastiskur dystur at spæla. Eg var inni til nøkur brotskøst, men tađ var ein rutineraður skjútti, sum dugdi væl at seta tey inn. So fekk eg eisini spælitíð í endanum av dystinum, har tađ var deiligt at kunna geva eitt íkast viđ nøkrum bjargingum, sum ger tað eyka stuttligt. Vit hava ikki heilt hugsað um hvat lið vit vilja møta enn, men tađ hevði verið eyka stuttligt at møtt eitt av teimum týsku liðunum. Vit fara sjálvandi til Final Four fyri at vinna, men vit taka ein dyst í senn, og um vit spæla upp til okkara allar besta, so er gull heilt klárt ein møguleiki. Sigur Annika í viðmerking til in.fo. 

 

Tey fýra liðini sum kappast í Final Four í Graz í Eysturríki 13. og 14. maj eru donsku liðini Nykøbing Falster og Ikast, og so týsku liðini Thuringer og BVB Dortmund.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Nykøbing Falster-Ramnicu Valcea 38-29 (17-14) :

 

##med2##