Arbeiði í Vágsbotni órógvar ferðsluna í miðbýnum

Seinastu vikuna hevur ikki verið koyrandi gjøgnum Vágsbotn, tí at vegurin framman fyri Miðlahúsið hevur verið stongdur, tí arbeitt verður við at leggja nýggja álegging á vegin millum Miðlahúsið og torgið sunnanfyri.

 

Tað ógrógvar ferðsluna sera nógv, tí teljingar vísa, at umleið 4.000 bilar um dagin nýta hesa farleið. Tann ferðslan hevur tí verið beind longur niðan í býin, og seinastu vikuna hevur Doktara Jakobsensgøta eisini verið stongd, so tí hevur ferðslan millum vágirnar báðar í Havn verið noydd at fara niðan í Jóannesar Paturssonargøtu, um koyrast skuldi av Vaglinum yvir á Skálatrøð.

Fólk frá Hjálpirót hava havt drúgvar arbeiðsdagar seinastu dagarnar, og tey eru eisini til arbeiðis í dag. Tí mánadagin skal hetta vera liðugt, verður sagt av Tórshavnar kommunu.

Av býráðnum í Havn siga tey, at royndir teirra vísa, at hóast gamli gonguteigurin í verandi løtu er fluttur nakað eystureftir, so verður aloftast gingið styttstu leið beint yvirum.

- Møguliga tí, at verandi gonguteigur tykist at vera ov langt burturi.

 

##med3##

Vit eru sannførd um, at um áleggingin her varð broytt til eina hækkaða chausses-steins álegging, er væl hugsandi, at bilar vístu størri varsemi, og at gangandi vórðu leiðbeind betri í økinum.

Serstakliga um eitt leiðbeinandi ljóst gonguteiga-mynstur varð lagt niður í steinsetingina, ið vísti á júst hvussu gangast skal.

Soleiðis skrivar býráðið í frágreiðing, sum er send út í sambandi við arbeiðið.

 

##med2##

Eisini er ætlanin at styrkja upp aftur meira um trygdina við at seta eina ljós-ávaringarskipan niður í lendið sum smáar ljós-diodur. Hesar fara at lýsa tá fólk traðkar út á gonguteigin.

Arbeiðið skal sambært býráðnum vera liðugt mánadagin, so tá verður helst aftur koyrandi í Vágsbotni.

Næsta fríggjakvøld verða nógv fólk í býnum í Havn, tí tá er Mentanarnátt. Og er veðrið gott, so verður tað sum á ólavsøku.