Tíðindaskriv:
Eftir ætlan verður hægsti arbeiðsloysisstuðulin 22.435 kr. um mánaðin frá 1. mai. Í dag er hann 18.500 kr. um mánaðin.
Hetta er partur av fleiri broytingum í ALS-lógini, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri Løgtingið. Fyrsta viðgerð var í gjár.
- Uppskotið hevur við sær, at arbeiðsloysisstuðulin frameftir verður 80 prosent av einari arbeiðaraløn. Tíbetur er arbeiðsloysi metlágt, men prísvøksturin seinastu árini rakar meint, og tí kemur tað væl við, at hægsti arbeiðsloysisstuðulin nú hækkar, sigur Margit Stórá í viðmerking.
Broytingin merkir, at tá arbeiðaralønin hækkar, so fer arbeiðsloysisstuðulin eisini at hækka. Í dag er eitt loft, so arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 222.000 umframt eftirlønargjaldið um árið.
Aðrar góðar broytingar eru eisini í uppskotinum.
Verður uppskotið hjá landsstýriskvinnuni samtykt, so kunnu fólk, sum fáa lægstu ella miðal fyritíðarpensjón, og persónar, ið fáa framskundaða pensjón, sjálvi gera av, um tey rinda ALS-gjald av inntøkuni, tey hava aftur at fyritíðarpensjónini.
Eisini kunnu tey, sum eru í tillagaðum starvi, sjálvi gera av, um tey rinda ALS-gjald av síni lønarinntøku.
Ein onnur broyting er, at løntakarar, ið búgva í Grønlandi, og sum hava A-inntøku til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini ella undir FAS-líknandi skipan, sleppa undan at gjalda ALS-gjald í Føroyum.
Somuleiðis verður skotið upp at stytta karantenuna hjá vinnurekandi til seks mánaðir. Sjálvstøðug vinnurekandi fara tískil at fáa rætt til arbeiðsloysisstuðul seks mánaðir, eftir at sjálvbodna tryggingin er teknað. Í dag skal tryggingin hava verið í gildi í minsta lagi í eitt ár, áðrenn tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald.