Formaðurin í Felagnum Línuskipum, Hálvdan Gudmundsen, letur væl at fiskaprísunum á uppboðssøluni.
Hann vísir á, at frystilínuskipini, Vesturhavið, Stapin og Kambur, hava selt fisk undan Íslandi, og prísurin hevur verið góður.
- Eg havi fylgt við søluni og legði til merkis, at tann stóri toskurin í gjár fór fyri 75,50 krónur fyri kilo, sum er óførur prísur.
Hann sigur, at talan í hesum førinum var um eina nøgd á umleið 10 tons av stórum toski, har fiskurin vigar sjey kilo og meira.
Tá tað eru frystilínuskipini, sum landa og selja sína veiði, er talan um avhøvdaðan fisk - ella rundan fiski, sum tað eisini verður rópt.
Hálvdan Gudmundsen vísir á, at prísirnir á frystari hýsu eisini eru góðir; teir hava ligið úr 30 og uppí góðar 40 krónur fyri kilo.
- Soleiðis, sum eg dugi at síggja, hevur miðalprísurin fyri frystan línufisk á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya ligið um stívliga 40 krónur fyri kilo.
Formaðurin í Línuskipum fegnast um góða fiskaprísin og heldur fyri, at útlit eru til, at hetta verður eitt spennandi fiskiár hjá línuskipum.
Sjálvur er Hálvdan reiðari á tveimum frystilínuskipum, Eivindi og Mars, sum er fyrrverandi Stapin. Hann er eisini reiðari á lemmatrolaranum, Rankanum.
- Eivind er í Íslandi, og teir eru nýliga komnir yvir hagar, sigur hann.
Hálvdan vísir á, at verið í Íslandi hevur verið skiftandi, og onkran dag hava teir ligið og krokað, men tá roynandi er, hevur fiskiskapurin verið hampiligur.
Spurdur, hvussu árið í fjør vignaðist hjá Eivindi, sigur hann, at skip og manning fiskaðu fyri 43 milliónir krónur, sum er eitt hampiliga gott ár.
- Besta árið hjá Eivindi higartil var 48 milliónir krónur, leggur Hálvdan Gudmundsen aftrat.